Ónøgd vit kontantstuðulin

­ Heldur kontantstuðulsskipanin hjá Tórshavnar býráð fram komandi ár, skulu 2,25 mill. kr. setast av til endamálið í 1999. Leggja vit tað afturat pengunum, sum verða brúktir í 1998, er tað íalt 3,7 mill. kr. Hesin peningurin hevði verið nógv betri brúktur uppá ein barnagarð, sigur Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn í skrivi til býráðslimirnar.

Í skrivi til limirnar í Tórshavnar býráð vísir Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn enn eina ferð sína ónøgd við kontantgjaldið, sum kommunan veitir foreldrum at smábørnum upp til eitt ár, ið ikki hava kommunalt ansingarpláss. Felagið sigur, at peningurin kundi verið nógv betri brúktur. Líka síðani kontantstuðulsskipanin varð umrødd fyrstu ferð hevur felagið mælt frá, at hon varð sett í verk.

­ Hyggja vit nærri eftir, hvussu grunnurin skal virka, síggja vit, at fyri tað fyrsta eru ongar treytir við at fáa stuðulin útgoldnan uttan, at um foreldrini eru til arbeiðis, so skulu teir siga frá hvør, ið ansar barninum, um tað verður ansað uttan fyri heimið. Tað vil siga, at álitið hjá foreldrum í Havnar kommunu í fleiri ár, meðan kommunan ikki hevur megnað at loysa sínar skyldiur mótvegis børnunum í kommununi nevniliga "svarta dagrøktarmamman" verður hótt. Tey foreldur, sum eru so heppin at finna eina "svarta dagrøktarmammu" kunnu verða noydd til at siga plássið frá sær, tí dagrøktarmamman ikki er áhugað í at kommunan fær at vita, hvør hon er. Hinvegin verður tað ikki spurt um, hvør ansar barninum í heiminum um bæði foreldrini eru til arbeiðis, sigur foreldrafelagið í skrivi til býráðslimirnar.

Tey, sum fáa útgoldið kontantgjald standa á bíðilista til ansingarpláss. Tað vil siga, at bíðilistin ikki verður minni, sjálvt um kommunan brúkar 1,25 mill. kr. Peningur fer út, og ongin sær hann aftur.

Tey, sum fáa kontanstuðul hava onga trygd fyri at fáa ansingarpláss, tá ið barnið verður 12 mánaðir.

­ Hugsa vit okkum, at skipanin heldur fram inn í komandi ár, so skulu 2,25 mill. kr. setast av til endamálið í 1999. Leggja vit tað afturat pengunum, sum verða brúktir í 1998, er tað íalt 3,7 mill. kr. Hesin peningurin hevði verið nógv betri brúktur uppá ein barnagarð, sum børnini í kommununi kundu fingið gleði av í nógv ár framyvir, sigur foreldrafelagið.

Ein áhugaverdur spurningur er, um kommunan ætlar at halda fram við at útgjalda kontantstuðul í komandi árum og um henda skipan eisini er ætlað til børn eldri enn 12 mánaðir.

Áðrenn kontantgjaldið varð samtykt í býráðnum sendi foreldrafelagið eina éheitan til býráðið (dagfest 12.05.98) um at kanna tørvin á einari slíkari skipan, og hvussu nógv hon kom at kosta. Hesin spurningurin er enn áhugaverdur, og felagið væntar svar frá kommununi, sigur foreldrafelagið í skrivi til býráðslimirnar.


Myndatekstur: Tey, ið fáa kontantstuðul frá Tórshavnar kommunu, hava onga trygd fyri at børn teirra fáa ansingarpláss eftir at barnið er vorðið eitt ár.