Nú minni enn eina viku undan norska stórtingsvalinum vísir ein meiningakanning, at næstan annarhvør veljari er nøgdur við avrikið hjá verandi forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg.
48 prosent siga, at hann hevur roynst væl sum stjórnarleiðari, meðan 40 prosent siga hann hava verið meðalgóðan. 10 prosent halda lítið um avrik hansara.
Ikki óvæntað er forsætisráðharrin serliga væl umtóktur millum egnar veljarar, men merkisvert er tað, at bara seks prosent av veljarunum hjá andstøðuflokkinum Høgra eru misnøgd við arbeiðið hjá Stoltenberg.