Ónøgd við Sarkozy

Flestu fransmenn eru vónbrotnir av forsetanum, Nicolas Sarkozy, og avrikum hansara Næstan tveir triðingar av teimum fronsku veljarunum siga seg vera vónsvikin av tí, sum forsetin, Nicolas Sarkozy, hevur avrikað, síðani hann bleiv valdur í embætið fyri tveimum árum síðani.

Tað vísir ein nýggj meiningakanning. Har sæst, at 64 prosent av teimum spurdu eru ónøgd við forsetan og arbeiði hansara, 24 prosent siga seg vera nøgd, og 11 prosent hava onga meining um spurningin.

Blaðið Metro, sum hevur gjørt kanningina, sigur, at Sarkozy hevur á leið somu undirtøku í fólkinum, sum undanmaður hansara, Jacques Chirac, hevði, tá hann hevði sitið tvey ár í forsetaembætinum.