Nøgd við eitt fimta pláss

Føroysku borðtennis spælararnir byrjaðu væl í liðkappingini sunnudagin. Tey vunnu 6-1 ímóti Orkney-oyggjunum, men taptu ímóti Grønlandi og Gotlandi. ? Vit eru nøgd við eitt fimta pláss í kappingini, og vit vænta at enda antin sum nummar fimm, seks ella sjey, sigur Ivan Niclasen, liðleiðari hjá føroysku borðtennisspælarunum

Guernsey: Fyri føroysku borðtennisspælararnar byrjaðu oyggjaleikirnir sunnudagin klokkan 13. Tá varð hol sett á liðkappingina, og skuldu trý lond basast áðrenn greiða kundi fáast á, hvussu heiðursmerkini skuldu býtast út.
Undir fyrsta dystinum fingu vit orðið á Ivan Niclasen, liðleiðara, meðan fyrsti dysturin millum Føroyar og Orkney-oyggjarnar var í gongd.
? Orkney-oyggjarnar eru veikari enn vit, og henda dystin vænta vit at vinna. Í allar ringasta føri endar dysturin 4-3 til okkara, men vit skuldu helst vunnið meira, sigur Ivan Niclasen.
Og so varð eisini, tí dysturin endaði 6-1 til føroysku spælararnar. Kjartan Eli Hentze, Paula Eikhólm, Peter Niclasen og Maria Chun Nielsdóttir syrgdu fyri føroyska sigrinum.

Taptu tveir

Seinni út á seinnapartin varð aftur farið í eldin. Fyrst var tað Grønland, ið skuldi basast, men hetta gekk ikki rættiliga eftir vild.
? Grønland er nøkunlunda á sama støði sum vit, og tann dysturin kann falla báðar vegir. Antin 3-4 til Grønland ella til okkara, tað er ilt at siga, greiðir Ivan Niclasen frá.
Endin varð, at Grønland reyk avstað við einum teprum 4-3 sigri á føroysku spælarunum.
Seinast á skránni var Gotland. Gotland er á hægri støðið enn Føroyar, so føroyski liðleiðarin roknaði við einum tapi frammanundan. Og soleiðis endaði tað eisini, tí Føroyar taptu 5-2 ímóti Gotlandi.

Menninir sterkari

Spurdur um, hvussu føroyska liðið er fyri, sigur Ivan Niclasen:
? Tað er ongin loyna, at menninir eru lutfalsliga sterkari enn kvinnurnar. Kjartan Eli er sitaður til eini trý fýra, og doublin hjá okkum er eisini sitað høgt. Vit verða ikki so hørm um liðplaseringina. 13 lond eru við í borðtennis, og vit eru nøgd við eitt fimta pláss, og vit gita uppá, at vit enda á einum fimta, sætta ella sjeynda plássi.
Føroyski liðleiðarin sigur, at í liðkappingunum er tað sum oftast soleiðis, at menninir spæla seg í form, so teir møguliga kunnu vinna onkur heiðursmerki í harra-single og harra-double.
? Seinast fingu vit tvær bronsur, og møguleikin skuldi verið nøkunlunda tann sami í ár. Men eg skal viðurkenna, at tað er torført at vinna heiðursmerki í borðtennis, segði Ivan Niclasen at enda.