Fótbóltur
Tað vóru ikki minst veteranarnir Jens Martin Knudsen og Pól Thorsteinsson, sum taldust millum størstu álitini, tá ið NSÍ í fjør var sannførandi meistari. Hesir báðir eru ikki longur á meistaraliðnum, og tað kann væl vera ein av orsøkunum til, at tað ikki var so sannførandi fleiri tey fyrstu umførini.
Nú gongur betri, og orsøkin er eyðsýnd. Ungu menninir, sum eisini vóru óførir í fjør, megna nú at lyfta stóru ábyrgdina.
Bogi Løkin var tvífaldur málskjútti í 3-1 stevnusigrinum á B36. Umframt við at skjóta tvey mál var Bogi rættuliga eyðsýndur á annan hátt. Hann arbeiddi nógv, flutti seg væl og var skilagóður í avspælinum. Jóhan Troest Davidsen var stinnur miðverji, og sjálvandi telur tað rætta vegin, at hann aftur hesa ferð taldist millum málskjúttarnar.
Øssur Dalbúð hevur vunnið fyrsta rættin til fremstu ódnina. Hann var rættuliga einsamallur, men hann arbeiddi nógv og væl og átti lut í málum, áðrenn hann varð skiftur út.
Ivaleyst valdi venjarin at geva Jónhardi Frederiksberg møguleikan, tá ið B36 flutti fólkið langt fram á vøllin í roynd at koma afturíaftur. Hetta bar nógv pláss við sær aftanfyri B36 verjuna, sum skjótleikin hjá Jónhardi kundi brúkast í.
Mønusting undan steðginum
Serliga fyrra partin av 1. hálvleiki var NSÍ greitt við yvirlutan. Teir høvdu verið fleiri ferðir tætt við, tá ið Bogi Løkin í 18. minutti setti hol á: Hjalgrím Elttør og Einar Hansen spældu seg ígjøgnum í vinstru, Einar legði innfyri, og tað eydnaðist Øssuri Dalbúð við høvdinum at stýra bóltin fyri føturnar á Boga Løkin, sum takkaði fyri, tá ið B36 verjan var lítið avgjørd.
Sum 1. hálvleikur leið fekk B36 betri tak á spælinum. Stóri trupulleikin var, at tað var eingin broddur í heilt har frammi. Hanus Thorleifsson sat skaddur uttanfyri, Potemkin var sendur til hús, og tað tyktist alt ov stórur biti fyri Tamás Nagy uttan serligan stuðul at skula stríðast við og ímóti NSÍ miðverjunum.
Mønustingin fekk B36 í síðstu sekundunum av 1. hálvleiki. Hjalgrím Elttør legði úr vinstru hornasparksinnlegg aftur um handara stólpan. Óli Hansen var blankur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin inn fyri málið aftur, og B36 verjan ansaði heldur ikki Jóhan Troest Davidsen, sum mitt fyri málinum takkaði fyri og stýrdi bóltin í málið.
Tómgongd
Í 2. hálvleiki var talan um nógva tómgongd og lítið hugflog. Heðin Askham styrkti tíðliga í 2. hálvleiki um álopspartin við at flyta Santos longri fram í vinstru, meðan Jóhan V. Gunnarsson yvirtók vongverjan í vinstru og Oddmar Færø kom inn á vongverjan í høgru. Santos hevði onkur gjøgnumbrot, men tað var eingin broddur í mitt fyri málinum, har Tórður Thomsen saman við Óla Hansen og Jóhan Troest Davidsen hevði tamarhald á støðuni.
Spenningur kom í aftur, tá ið Magnus Olsen, sum saman við Klæminti Matras stríddist nógv á miðvøllinum, við rimmar skoti úr 18 metrum og umvegis tvørtræið minkaði um munin. B36 royndi at spenna álopsbogan uppaftur meiri, men tað kendist tannleyst, og í yvirtíðini var Bogi Løkin púra kaldur, tá ið hann, eftir stórt B36 kiks í verjuni, setti bóltin framvið Hans Jørgensen.