Nóg mikið við helvtini

Kyndil spældi bara helvtina av dystinum sunnudagin, men tað var kortini nóg mikið at basa botnliðinum

Kvinnuhondbóltur

Kyndil livdi framvegis í vónini, tá dysturin móti Tjaldri fór ígongd sunnudagin. Við einum sigri her, og einum neistasigri á Skála kundi bronsan møguliga fáast til høldar við sigri í seinasta dystinum. Og uppgávan móti botnliðnum úr Runavík tóktist eisini vera yvirkomilig á pappírinum, men so heldur ikki meira enn tað.
Fyrra hálvleik mundu tankarnir hjá teimum grønu í øllum førum vera nógv nærri høllini á Skála, heldur enn á Nabb. Kyndil megnaði als ikki at seta mótstøðuna undir trýst, og eitt skifti vóru tað eisini gestirnir, sum vóru á odda.
Júst tilsvarandi dysturin í grundspælinum mundi annars vera ein av teimum meira svørtu hjá Kyndli í ár, tá Tjaldur púra óvæntað streyk avstað við øllum, og eina løtu inn í seinna hálvleik hóttu tær við eini endurtøku av hesum.
Men tað bleiv so ikki til meira enn hóttanina. Eftir at Tjaldur miðskeiðis í seinna hálvleiki legði seg á odda 14-13, slerdi heimaliðið bremsuna í. Tjaldur fekk ikki eitt hitt einasta mál afturat í dystinum, og tó at rumenska Maria í málinum royndi sítt, so fekk hon ikki forða Kyndli í at skjóta somikið av málum, at sigurin var tryggjaður.

Bronsan reyk
Men alt hetta kundi tó gera tað sama hjá Kyndli. Í øllum førum tá tað ræður um bronsuna. StÍF tók nevnliga øll stigini frá Neistanum, og soleiðis noyðast tær í Kyndli í øllum førum at taka til takkar við plássi uttan fyri heðursmerkjarøðina, har ambitiónirnar annars avgjørt rukku undan kappingini.
Men árið hevur tó víst, at tær grønu hava nakað at hava vónirnar í til komandi kappingarár. Í øllum førum um leikaratilfeingið verður hitt sama, men tað er so ein spurningur, sum ikki kann svarast enn.

Dysturin í tølum
Kyndil-Tjaldur 21-14 (9-9)
Málskjúttar:
Kyndil: Sonja Smiljic 6(4), Iliana Manolescu 5, Annika Ljósstein 3(2), Ann Mari Wang 3(1), Annika Thomsen 2, Heidi Maria Akselsen 1, Jensia Petersen 1
Tjaldur: Lenka Ribaric 5, Milica Ergic 4, Heidi Heinesen 3, Sonja Gleðisheygg 1, Hansa Mikkelsen 1
Brotskøst: Kyndil 11, Tjaldur 1
Útvísingar: Kyndil 3, Tjaldur 3
Dómarar úr Neistanum/H71: Kristian Johansen & Jákup Símun Simonsen.