Nóg mikið tosað, latið okkum nú gera nakað fyri at fáa ung heimaftur

Ein tann mest átroðkandi og týdningarmesta avbjóðingin hjá sitandi og komandi løgtingi er at stinga út í kortið og leggja ætlanir fyri, hvussu vit fáa ung nýútbúgvin fólk heimaftur.

Tíðin er farin frá at tosa um tað, nú er tíðin komin til at gera nakað. Tað ræður um at tora at gera nakað og gera íløgur í samfelagið, soleiðis at møguleikin hjá ungu nýútbúnu fólkunum er til staðar at koma heimaftur at búgva og virka.
Í nógv ár hava vit havt stórar trupulleikar við at fáa ungu lesandi heimaftur eftir loknan lestur. Hetta er ein stórur trupulleiki, tí hesi als ikki hava møguleikar og enn minni karmar til at koma heimaftur. Leingi hava politikarar tosað um, at viðurskiftini skulu betrast fyri at fáa hesi ungu heimaftur, men enn er als einki komið burturúr. Alt verður súltað í arbeiðsbólkum ella aftan fyri aðrar umberingar fyri at sleppa undan at gera nakað.
Tí kunnu vit spyrja okkum: “Hvør er orsøkin til, at tey ikki koma heimaftur?” Haldi, at hyggja vit bert eftir bústaðarviðurskiftunum, so tala tey fyri seg. Tey kunnu leiga sær bústað, tey kunnu flyta heim til foreldur ella kenningar ella keypa sær hús. Latið okkum bara síggja veruleikan í eyguni og siga, at lítil møguleiki er fyri at hesi flyta heim til foreldur ella kenningar uttan so, at foreldrini eiga íbúð ella aðrar bústaðir, sum hesi kunnu flyta í. Hetta er neyvan galdandi fyri meirilutan, so hetta loysir ikki trupulleikan. Ein nýútbúgvin ungur eigur so at siga ongar pengar og hava mong av hesum eisini lestrarlán. Hesi hava tískil als ongan møguleika at keypa sær bústað. Eftir stendur so møguleikin at leiga sær ein bústað. Øll vit, sum hava roynt at leita eftir einari íbúð, vita, at tað ikki er bara, sum at siga tað. Prísirnir eru høgir og útboðið sera avmarkað. Tí er tað sera torført hjá hesum ungu at koma heimaftur í heila tikið.
Við alheimsgerðini eru eyguni hjá fólki fyri umheiminum veruliga latin upp. Ikki er tað í líka stóran mun tjóðskaparligar kenslur, men heldur egnir møguleikar og fyrimunir, sum binda ein at landinum. Tískil mugu Føroyar eisini her spíla seg út. Vit mugu skapa karmarnar, her verður hugsað bæði um bústað og trivna. Somuleiðis má eitt fakligt umhvørvi skapast, so hesi fáa neyðugar avbjóðingar í tí dagliga. Hendan avbjóðingin verður bert størri fyri hvønn dag, ið gongur, og tí má byrjast ongantíð ov skjótt.
Politikararnir mugu tí raðfesta at skapa hesir karmarnar til ung føroysk lesandi og nýútbúgvin, sum eru stødd uttanlands, fyri at fáa tey heimaftur.
Eitt nú átti tað at verið ein treyt, at eitt nýmótans samfelag hevur bústaðir, júst til hesi fólkini. Uttan hetta, so sigur tað seg sjálvt, serliga við atliti til bústaðarviðurskiftini í Føroyum, at hesi ikki koma heimaftur. Longri vit bíða at gera nakað, verri verður at fáa tey heimaftur. Skjótt knýta hesir útisetar bond og seta eftirkomarar í heimin og knýta sostatt bond til staðið, har tey eru stødd.
Ung nýútbúgvin hava ikki virði á bankabókini, men virðið liggur í vitanini hjá teimum. Hesi virði skapa ikki bara meira virði fyri hesi ungu á bankabókini, men somuleiði sera stór virði fyri samfelagið og samfelagsmenningina í einum landi. Tískil eru hesi ungu eitt tað týðningarmesta tilfeingi, sum eitt samfelag kann hava.
Hvat vænta politikararnir, tá hesir siga “komið heimaftur”? Hvar er virðingin fyri teimum ungu nýútbúnu, tá vit ikki virðismeta teirra tilfeingi nóg mikið til at skapa karmar fyri at fáa hesi heimaftur. Tey velja at fara uttanlands at ogna sær vitan, so tey kunnu geva samfelagnum enn meira, men fáa ongan møguleika at koma heimaftur við hesari vitan.
Skulu vit í Føroyum framhaldandi nýta okkara orku uppá t.d. at bora tunlar, byggja ellisheim, ella er tíðin nú komin at nøra um ungdómin, sum einaferð skal bera samfelagið víðari. Er tíðin ikki komin at taka hesi í álvara og skapa eina framtíð fyri útbúgvin ung. Hetta er uttan iva mest afturúrsigldi parturin av samfelagnum. Tað eigur ikki at verða ein spurningur um pengar, men ein spurningur um raðfesting, so at ein munandi upphædd er oyramerkt á fíggjarlógini 2012 til hetta arbeiðið.
Eftir sita tey, sum ongantíð komu aftur og vita hví.
Eftir sita tey, sum eru lesandi og ikki vita, hvussu tey passa inn í samfelagið Føroyar.
Eftir sita tey mongu ungu, sum eru á veg av landinum, hagani ein stórur partur ongantíð kemur aftur.
Latið okkum geva teimum, sum nú fara av landinum at lesa og longu nú leggja til rættis framtíð sína í Føroyum, best møguligar karmar, tá tey venda heimaftur. Tá fara nógv at fylgja aftaná og verður hetta byrjanin til, at vit fáa ungdómin heimaftur eftir lesnað uttanlands.