Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, ávaraði í gjár ES-tingið ímóti at brúka óneyðuga tíð til at viðgera Lissabon-sáttmálan. Franski forsetin segði, at væl hava írar vrakað sáttmálan, men at tað eigur ikki at elva til eitt orðaskifti, ið mest av øllum er átøkt einari sokallaðari sápuoperu. Tann 1. juli tók Frakland við formanssætinum í ES, og franska stjórnin hevur sett sær fyri at loysa ósemjuna um Lissabon-sáttmálan, áðrenn landið letur formanssessin frá sær á nýggjárinum. Sarkozy, forseti, hevur tó gjørt greitt, at einki land verður sett eftir ella uttanfyri, men at øll tey 27 limalondini skulu fylgjast sum ein eind.