Sínakrím
Randi Jacobsen
Randi@sosialurin.fo
Føroyar eru væl fyri við heilivági, nú fyrsti tilburðurin av svínakrími er staðfestur, og fleiri fólk eru farin antin í fyrbyrgjandi viðgerð ella eisini í viðgerð fyri svínakrím.
- Vit fylgja tilbúgvingarætlanini, og eru í fasu fimm, sigur Heri Mørkøre, landsapotekari.
Fasa fimm sigur, at takan er um størri bólkar, men spjaðingin frá fólki til fólk eru framvegis staðbundin. Smittan er avmarkað til húski og millum fólk við tøttum samstarvi.
Ein kommunulækni kom við fráboðanini um mannin, sum var komin úr USA, og síðan hava børnini í býlingshúsinum í Maritugøtu og foreldrini at børnunum fingið heilivág.
Eftir tilbúgvingarætlanini eru bestu ráðini, soleiðis sum støðan er, at royna at skýggja smittu.
Ferðafólkini, sum komu úr Danmark við sama flogfari sum smittaði maðurin, fingu boð um at venda sær til egnan kommunulækna, og Heri Mørkøre veit ikki meira um tað.
Fleiri sløg av heilivági
Apoteksverkið liggur inni við øllum sløgunum av heilivági, sum finnast, og bíløgd eru koppingarevni. Koppingarevnini koma til Føroya um tveir-tríggjr mánaðir.
Heri Mørkøre heldur tað vera ilt at vita frammanundan, hvussu stórur tørvurin verður á heilivági, tí tað er ymist, hvussu heilivágurin virkar.
Landsapotekurin minnir á, at krímsjúkur koma við jøvnum millumbilum.
- Og so kunnu vit fegnast um, at tað er summar nú, tí tað vanliga er, at krímsjúkur breiða seg um veturin, sigur Heri Mørkøre, sum ikki sær festivalar og ólavsøku sum hóttanir, hóast nógv fólk tá koma saman.










