Seinastu tíðina eru norðoyingar vælsignaðir við fleiri grindum. Tann seinasta var eisini so mikið stór, at hon fylti goymslurnar, og tí heldur sýslumaðurin, at nú er nóg mikið. Tað merkir, at nú verður ikki meira grind til norðoyingar í hesum umfarinum.
Men tað merkir kortini ikki, at tað er sett forboð fyri grindadrápi í Norðoyggjum.
- Nei, men verður rópt grindaboð, so verður hon dripin og flutt av oynni, sigur sýslumaðurin.
Tað er eftir hansara fatan tekin um, at tað er nóg mikið av grind, tá tey, sum fáa, fara til Havnar at selja ístaðin fyri at goyma til egna nýtslu, heldur hann, og so er rættast at lata onnur fáa heldur enn at leggja inn undir seg.
- Tað er eitt sindur keðiligt, tá tað verður selt, tí tá hava nøkur fingið ov nógv, meðan onnur einki hava fingið. Tað er eitt sindur óheppið, tí tað eru øki í landinum, sum av náttúrligum áum, ikki fáa so nógva grind, sum vit til dømis fáa í Norðoyggjum, sigur Karl Johansen.
Hann nevnir Eysturoynna, sum tað eina dømi, og høvuðsstaðin sum hitt. Og tað er eingin loyna, at tað er nógv longri millum grindirnar í Eysturoynni og Havnini, enn tað til dømis er í Norðoyggjum, Vágum ella í Suðuroynni.
- Og kemur ein grind ? ella tvær ? so verður farið í grind sum vanligt, men tað verður beint aðrastaðni at býta. Eingin ivi um tað, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Klaksvík.
So er bara hjá meginstaðarføroyingunum at vóna, at tað skjótt aftur verða rópt grindaboð í Norðoyggjum. Har er jú fult frammanundan.