Ferjulega
Arbeiðið at koyra grót til ferjuleguna í Trongisvági, er nú tikið uppaftur.
Koyringin varð annars steðgað fyri nøkrum vikum síðani, eftir at ivi tók seg upp um, hvussu nógv grót, tað var loyvi at taka úr grótbrotinum Inni í Líð í Trongisvági.
Hetta er eitt nýtt grótbrot, sum er gjørt í sambandi við ferjuleguna.
Ivi hevði tikið seg upp um, hvussu nógv tað var loyvi til at sprongja burturav lendinum og tí helt øll koyringin uppat.
Fyri at beina allan iva burtur, kom friðingarnevndin uppí. Hon gav loyvi til at víðka grótbrotið, so at tað var loyvi at sprongja meiri burturúr lendinum fyri at fáa nóg mikið av gróti til ferjuleguna.
Men hendan avgerðin skuldi eisini fyri í yvirfriðingarnevndini.
Har varð málið til viðgerðar fríggjadagin.
?Bárður Enni á byggifeglagnum Articon, sum ger ferjuleguna, sigur, at á fundinum fríggjadagin, staðfesti yvirfriðingarnevndin, at loyvi skuldi gevast til at víðka grótbrotið.
?Sostatt er nú nóg mikið at grótið til ferjuleguna, sigur arbeiðsleiðarin hjá Articon í Trongisvági.
Hóast tað eru tríggjar vikur síðani at koyringin helt uppat, hevur arbeiðið upp á ferjuleguna ikki ligið stilt.
Hesa tíðina hava teir arbeitt við at seta spunsjørn í atløgubyggjuni niður, so tíðin er ikki farin fyri skeyti sum so.
Og nú koyringin er tikin uppaftur, er bæði koyring við smáum gróti at leggja aftanfyri spunsjørnini í ferjuleguni og koyring av stórum gróti til sjálvan molan.
Liðug 15. november
Nýggi Smyril kemur 12. oktober og sostatt hevur tíðin at fáa ferjuleguna lidnað, verið ógvuliga knøpp.
Tað hevur alla tíðina verið greitt, at ferjulegan fór ikki at vera heilt liðug til tá.
Men Jákup Enni sigur, at nú arbeiðið er seinkað, er ætlanin at Smyril skal kunna taka ferjuleguna í nýtslu tann 15. november. Tá verður ferjulegan ikki liðug, men atløgubryggjan verður so mikið liðug, at Smyril kann brúka havnina, samstundis sum økið tá skuldi verið asfalterað.
?Tað sum tá verður eftir, er at snøgga arbeiðið og kanska at laga eitt sindur av gróti á molan, sigur Jákup Enni.
Hann sigur, at hóast arbeiðið er seinkað, verður ikki brúk fyri fleiri lastbilum enn teimum sjey, sum alla tíðina hava koyrt.
?Sjey er eitt hóskandi tal av lastbilum. Verða bilarnir fleiri, koma teir at vera í vegin fyri hvørjum øðrum og tí er tað ikki serliga effektivt.
Enn hava teir 150.000 rúmmetrar av gróti at koyra til ferjuleguna.