Fiskivinna
Hesa vikuna hevur verið úr at gera á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági.
Væl av fiski er komið uppá land, hóast stutt er frá liðið, síðan verkfallið var av, og nú virkið í Saltangará enn ikki er klárt at taka ímóti, verður meira til okkurt annað virki hjá felagnum.
Í Miðvági siga tey, at har hava tey fisk til fleiri dagar, og tí vænta tey ikki, at gólvini verða turr aftur, fyrr enn vikan er úti.
Vesturtúgvan
Nú undirsjóvartunnilin er komin, er einki til hindurs fyri at koyra fiskin beinleiðis úr Eysturoynni og allan vegin vestur á bryggjuna í Miðvági.
Skip landa av og á beinleiðis til virkið, men tann stóri parturin av ráfiskinum kemur í bili, og soleiðis var tað eisini, áðrenn tunnilin læt upp.
Trolarin, Vesturtúgvan, landaði í Miðvági leygardagin. Teir høvdu 100.000 pund av upsa, 14.000 pund av toski og 4.000 pund av hýsu.