Nóg góð prógv ímóti Sharon

Ísraelski forsætisráðharrin verður eftir øllum at døma ákærdur fyri korrupsjón. Hendir tað, noyðist hann frá.

Fyrsta dagin fer ísraelska ákæruvaldið at senda boð eftir Ariel Sharon, forsætisráðharra. Hann skal til avhoyringar, men sambært ísraelsku bløðunum heldur ríkisákærin, Edna Arbell, seg longu hava nóg haldgóð prógv fyri, at Sharon er sekur í korrupsjón.

Verður Sharon stevndur, er tað fyrstu ferð í ísraelsku søguni, at landsins stjórnarleiðari skal á ákærubonkin, og tað verður uttan iva endin á politiska lívi hansara, skriva ísraelsku bløðini. Tað ger ikki støðuna betur, at Ehud Olmert, varaforsætisráðharri, kanska verður ákærdur í sama máli.

Ísraelsmenn tykjast eisini hava mist álitið á Sharon. Ein meiningakanning hósdagin vísti, at 49 prosent av teimum spurdu halda, at hann eigur at fara frá longu nú. 38 prosent hildu, at hann eigur at verða sitandi