Nú fríðka tey Kommunuskúlagarðin

Nú Finsen skjótt letur upp alment, eru arbeiðsmenn farnir undir at fríðka um sjálvan kommunuskúlagarðin aftur. Garðurin skal nøkta nýggja tørvin á staðnum, men eisini vera eitt uppihaldsøki fyri almenningin og eitt øki at ferðast ígjøgnum.

 

- Garðurin kemur bæði í mun til nýggju nýtsluna av skúlanum og býnum sum heild at hava stóran týdning sum miðdepil og uppihald fyri borgarar í øllum aldursbólkum, og tískil varð mett, at garðurin somuleiðis skuldi bjóða býnum eina øðrvísi uppliving, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

- Við at grava verandi ífyllu burtur og gera hellulandslagið sjónligt, verður hetta ein garður sum brýtur frá tí annars siðbundna býnum við asfalti ella aðrari álegging; hetta verður ein garður, sum bjóðar náttúruni vælkomna inn í miðbýin, skrivar kommunan.

 

Hetta hevur við sær, at rættiliga stórur hæddarmunur er á garðinum og eitt nú inngongdunum í bygninginum, og tískil er neyðugt at tryggja atgongd til høvuðsdyrnar í norðaru- og eystaru lonini, umframt at atgongd mátti skipast til nýggjan tunnil frá garðinum og út á Tórsgøtu/Niels Finsens gøtu. Har hæddarmunurin millum gøtuna og hellulandslagið verður ov høgt, verður rimaverk sett upp. Ætlanin er at gera rimaverk í eldri stíli, smíða í essu, sum vit kenna tað aðrastaðni í býnum, t.d. við kirkjugarðinum á Svínaryggi, á Trappuni í Vágsbotni og framvið Havnará niðan móti SSB, boðar kommunan frá.