Ný Foundland verður harðast rakt av stongsli

- Tað hevur sín týdning fyri rækjuskipini, at tey hava møguleikan at leggja inn í kanadiskar havnir, men tey, sum missa mest við stongslinum, er lokala økið í Ný Foundlandi, sum letur skipunum veitingar, lossarar og gloymslurnar. Virksemið, sum føroysku rækjuskipini hava skapt í Ný Foundlandi, hevur ikki havt ongan týdning fyri økið, sigur formaðurin í Felagnum Rækjuskip

Rækjuvinna

Kanada hóttir nú aftur við at steingja sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum.
Í fráboðan siga myndugleikarnir í Kanada, at havnirnar verða stongdar frá 15. februar í ár at rokna, um føroyingar ikki vilja ganga undir avtaluna, sum londini í NAFO hava gjørt um býtið av rækjukvotunum í altjóða sjógvi á Grand Bank, øki 3L, sum tað verður rópt.
Tað er Danmark, sum umboðar Føroyar og Grønland í NAFO, men danir hava tikið støðu føroyinga og grønlendinga til eftirtektar.

Loyvd ósemja
Føroyar vilja ikki góðtaka býtið, ið NAFO-londini hava gjørt, sum tillutar Føroyum umleið 300 tons av rækjum á hesum leiðum.
Reglurnar í NAFO eru, at limalond kunnu mótmæla avgerðum, sum felagsskapurin kemur til, og tað er soleiðis ikki ólógligt – um vit so kunnu siga – at vera ósamdir um tilmæltu kvoturnar í altjóða sjógvi á Grand Bank.
Tá Føroyar aftur í ár hava tillutað sær eina kvotu upp á góð 3.000 tons, fer Kanada eftir øllum at døma at steingja sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum.
Sum skilst, fevnir stongsulin ikki bara um føroysk fiskiskip, men eisini um grønlendsk fiskiskip, tí hvørki Føroyar ella Grønland vilja góðtaka nevnda býtið.
Jóhan Joensen, formaður í Felagnum Rækjuskip, sigur, at av teimum stívliga 3.000 tonsunum, sum Føroyar hava tillutað sær, kunnu grønlendsk rækjuskip fiska tey 480 tonsini, soleiðis at føroyski parturin, sum eftir er, verður 2570 tons.
- Avgerðin hjá føroyskum myndugleikum er í samráð við teir, sum eiga rækjuskipini og soleiðis eisini í samráð við Felagið Rækjuskip, sigur hann og leggur aftrat, at tá veljast skal ímillum kvotur og havnir á hesum leiðum, fellir valið heilt avgjørt á kvoturnar.
Formaðurin vísir á, at sjálvandi hevur tað ein ávísan týdning, at skipini kunnu sleppa inn í kanadiskar havnir, men tá valið stendur millum kvotur og havnir, er eingin ivi.
Vanliga hava føroysku rækjuskipini verið inni í Bay Roberts í Ný Foundlandi, har tey hava lagt veiðina upp og hava keypt veitingar.
- Tey, sum missa mest við stongslinum, er lokala vinnan í Ný Foundlandi - tey, sum lata skipunum veitingar, lossarar og gloymslurnar. Virksemið, sum føroysku rækjuskipini hava skapt í hesum øki, hevur ikki havt ongan týdning fyri lokala økið.
Spurdur, hvat stongsulin merkir fyri Grønland, sigur Jóhan Joensen, at her hevur hann lítlan og ongan týdning.
- Kvotan hjá Grønlandi er ein túrur hjá einum rækjuskipi, og tá túrur er lokin, siglir skipið kortini av leiðini, leggur hann aftrat.

Søgulig rættindi
- Orsøkin til, at Føroyar ikki vilja góðtaka býtið av rækjukvotunum í altjóða sjógvi á Grand Bank er, at vit meta okkum eiga størri søgulig rættindini á hesum leiðum, enn nevnda býtið gevur okkum.
Jóhan Joensen vísir á, at føroyingar vóru teir fyrstu, sum fóru at fiska rækjur á hesari leið tíðliga í nítiárunum, og tí meta føroyskir rækjumenn seg eiga størri rættindi, enn NAFO vil lata okkum.
- Hinvegin hava okkara myndugleikarnir valt at regulera kvotuna á Grand Bank, øki 3L, eftir TAC-num í økinum, leggur hann aftrat.
Rækjurnar á Grand Bank eru góðar, bæði í stødd og dygd, og vit kunnu soleiðis siga, at tær eru næst bestar eftir stóru og góðu rækjurnar í Eysturgrønlandi.
Kanada hevur áður stongt sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum. Hin 1. mars í ár eru tvey ár, síðan landið læt havnirnar uppaftur, og nú bendir so alt á, at nýggjur stongsul verður frá 15. februar 2010 at rokna.
Stongsulin fevnir tó ikki um neyðhjálp.