Nú flyta fleiri kvinnur enn menn til Føroya

Undirskotið av kvinnum er minkað nakað hetta síðsta ár

Hetta síðsta árið er undirskotið av kvinnum í Føroyum minkað nakað.

 

Sum vit lósu í áðni, vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni, at hetta seinasta árið hevur fólkavøksturin í Føroyum verið tann størsti seinastu 15 árini.

 

 

Les eisini: Størsti fólkavøkstur í Føroyum í 15 ár

 

 

Men uppgerðin vísir eisini, at tann størri parturin av fólkavøkstrinum eru kvinnur.

 

Tilsamans er fólkatalið í Føroyum vaksið 738 fólk hetta síðsta árið. Men av teimum standa kvinnurnar fyri tí størsta vøkstrinum, tí hetta árið eru talið av kvinnum í Føroyum hækkað 409, samstundis sum at talið á monnum í Føroyum hækkaði 329 hetta árið.

 

Hagstovan sigur, at munurin stendst serliga av nettoflytingini til Føroya , har tað vóru 64 fleiri kvinnur enn menn.

 

Eisini eru 23 færri kvinnur enn menn deyðar í tíðarskeiðnum, meðan tað vóru sjey fleiri dreingir føddir enn gentur.

 

Sostatt verður úrslitið, at í fólkavøkstrinum hetta seinasta árið frá desember í 2015 til desember í fjør, eru 80 fleiri kvinnur enn menn, sigur Hagstovan.