Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at hetta er ongantíð hent áður ? ikki tað, hann veit um í hvussu er.
- Vit fáa við hvørt lodnuyngul undir Føroyum, men vit vita ikki um, at vaksinlodna áður er fingin í føroyskum sjógvi, sigur hann.
Skip á veg
Tað var, meðan Christian í Grótinum fiskaði svartkjaft í føroyskum sjógvi, at teir bóru við lodnuna vestur móti markinum til Íslands. Hetta hendi stutt fyri vikuskiftið.
Hjalti veit at siga, at Christian í Grótinum er um at verða fullur, og tvey onnur føroysk skip, Tróndur í Gøtu og Krúnborg, sum eisini hava verið á svartkjaftaveiði, eru á veg vestueftir at fiska lodnu í føroyskum sjógvi.
Nú veðrið øtlaði, tarnar tað fiskiskapinum. Men spennandi verður at frætta, hvussu hesin søguligi fiskiskapur fer at roynast.
Nógv lodna
- Eg havi tosað við íslendingar. Teir siga, at nógv lodna er til í ár, og at teir hava sæð heilt fitt av lodnu móti okkara fiskimarki.
Hjalti heldur, at orsøkin til, at lodna í ár er komin í føroyskan sjógv, er, at streymurin, har lodnan er í løtuni, gongur hart ímóti okkum, og tí kemur hon hendanvegin.
- Hetta er ivaleyst lodna, sum er á veg á Suðurlandið at gýta. Hon fylgirmarkinum millum kalda og heita sjógvin og er so komin suður ímóti okkum, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni.