Komandi tíðina liggja hátrýst yvir bretsku oyggjunum, sum ger at Føroyar liggja í einum rákið av mildari og stundum slavnari luft av útsynningi. Lágtrýst og brúgvaløg fara meginpartin av tíðini framvið í ein útnyrðing úr Føroyum.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 7 til 10 m/s. Yvirhøvur samdrigið, támut og stundum regn, í støðum mjørki. Í nátt øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn og tám. Hitin um 10 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður turt. Hitin millum 9 og 13 stig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst skýggjað, men yvirhøvur turt og út á dagin klárar kanska í og sólin sær møguliga. Um náttina turt og yvirhøvur klárt. Hitin um 10 stig.
Týsdagin
Hann makar út á dagin vindin í lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 8 m/s, um náttina lækkar hann í ein sunnan. Yvirhøvur turt og solglottar, um náttina skýggjað. Hitin um 10 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 11 og 14 stig, um náttina niður í 10 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður, men út á dagin klárar í, tað verður turt og onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 12 og 16 stig, um náttina um 10 stig.










