Nú fer Trump kanska at umhugsa dómin hjá Joe Exotic

Eksotiski amerikanski tikarakongurin Joe Exotic er kanska eitt fet nærri at verða latin leysur úr fongslinum

Nú ætlar amerikanski forsetin Donald Trump sær at kanna eina møguliga náðing av Joseph Maldonado-Passage – eisini kendur sum Joe Exotic.

Joe Exotic telist í løtuni millum størstu samrøðuevni á internetinum, og hann er aktuellur í dokumentarsendirøðini "Tiger King" á Netflix, sum snýr seg um eitt áralangt stríð millum eigaran av einum djóragarði við serliga nógvum tikarum Joe Exotic og fígginda hansara Carole Baskin, sum er djóraverdnaraktivistur og eigari av konseptinum Big Cat Rescue.

Joe Exotic fekk í januar ein 22 ára fongsulsdóm fyri at hava bílagt ein leigudrápsmann at gera enda á Carole Baskin, umframt brot á djórarættindi. Joe tvíheldur tó um, at hann er blivin lumpaður til dómin, tí hann hevur ikki ætlað sær at leiga nakran leigudrápsmann, sigur hann. 

Í gjár spurdi ein journalistur so amerikanska forsetan, um hann hevði sæð kontroversiellu sendirøðina, og um hann hevði nakrar ætlanir um at vísa Joe Exotic náði og taka málið upp til nýggja viðgerð.

Trump spurdi, hvat hesin Joe Exotic hevði gjørt, tí hann hevði ikki hoyrt um hann fyrr. Journalisturin greiddi frá, og Trump spurdi so journalistin við einum smíli, um hann helt, at Joe Exotic skuldi latast leysur, tí tað ljóðaði sum ein leiðandi og subjektivur spurningur. 

– Eg fari at hyggja at tí, segði Donald Trump til síðst.

Um hann meinar tað, ella um tað var nakað, hann segði í spølni, er ein annar spurningur, sum vit ikki kenna svarið til enn.

##med2##

Joe Exotic hevur eisini skrivað eina almenna áheitan til forsetan, har hann greiðir frá sínari støðu, og hvussu alt í dóminum eftir hansara tykki ikki er farið fram eftir bókini. 

Eisini er hann púrasta sannførdur um, at Carole Baskin hevur dripið fyrrverandi mann sín, Don Lewis, sum brádliga hvarv fyri 23 árum síðani. Gátuføra málið verður nógv umrøtt í sendirøðini "Tiger King", og nú er málið tikið upp aftur av løgregluni, sum hevur heitt á allar amerikanarar, sum halda seg vita okkurt, um at venda sær til løgregluna. Carole Baskin og núverandi maður hennara hava kritiserað sendirøðina, og tey vilja vera við, at Netflix vísir eina skeiva og misskilta mynd av teimum.

At sendirøðin nú hevur funnið sín veg í Hvíta Húsið er millum annað orsakað av soninum hjá forsetanum, Donald Trump Jr. Hann hevur nevniliga hugt at sendirøðini, og hann heldur, at dómurin er ov harður. Tí hevur hann sagt, at hann stuðlar pápa sínum, um hann ger av at vísa Joe Exotic náði, og hetta nevndi journalisturin eisini, tá hann spurdi forsetan um málið.

Eisini fleiri kend hava víst sín stuðul til Joe Exotic - eitt nú sangarinnan Cardi B, sum vil hava hann latnan leysan.