Nú fer Rigmor Dam at umboða Javnaðarflokkin á Fólkatingi í nakrar dagar. Sjúrður Skaale fer í farloyvi og nú hevur Fólkatingið gókent, at Rigmor Dam tekur sæti á Fólkatingið fyri hann hesa næstu vikuna.
Hetta er fyrstu ferð, hon er á Fólkatingi, men Rigmor Dam hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki bæði sum løgtingskvinna og landsstýriskvinna. Hon varð fyrstu ferð vald inn á ting í 2011. Eitt mál, Rigmor Dam skal vera við at viðgera, er uppskotið um lógarkravdar upplýsingar í sambandi við peningaflytingar í bankastovnum í morgin, fríggjadagin, umframt at hon skal fund um sama mál í Føroya- og Grønlands-nevndini.