Týskvøldið 3. mai spælir Marius Ziska konsert í Hamburg, og tað verður fyrsta konsertin í einari røð í Týsklandi, sum telist millum størstu tónleikamarknaðir í Europa.
Marius Ziska er nakað av tí besta, sum føroyskur tónleikur hevur at bjóða í løtuni, og hansara tónleikur røkkur eisini út um landoddarnar. Útgávan Home var útgivin í Danmark og Týsklandi og fekk góð ummæli har. Nú hevur Marius fingið møguleikan at fara á konsert í Týskland í mai mánaði, og hann fer at hava 9 konsertir ymsastaðni í Týsklandi.
Upp undir týsklandsferðina verður Marius at hoyra á trimum konsertum í Danmark. 27. apríl spælir Marius á Dexter í Odense, 28. apríl í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og 30. apríl í Huset í Esbjerg.
Týskvøldið 3. mai byrjar konsertferðin í Týsklandi við einari privatari framførslu í Hamburg.
Síðani gongur leiðin til eitt nú Leipzig, Dortmund, Ingolstadt og Chemnitz, áðrenn seinasta framførslan verður í Norderstedt, sum er býur á leiðini við Hamburg har norðuri í Týsklandi.
Marius Ziska spælir á minni støðum, men tær 9 konsertirnar í Týsklandi boða frá, at áhugi er fyri at hoyra dugnaliga tónleikaran framføra live.