Nú fer Landssjúkrahúsið undir at flyta sjúklingarnar á B7

Í morgin klokkan 7 víðka sjúkrarøktarfrøðingarnir verkfallið og tað merkir, at deildin, sum eitur B7, verður stongd. Talan er um deildina fyri apopleksi. Endamálið við Apopleksideildini er at kanna, viðgera og røkta sjúklingar við apopleksi.

Ronnie Midjord sigur við in.fo í dag, at tey eru til reiðar at flyta sjúklingarnar so, at deildin verður stongd í morgin klokkan 7. Í dag eru áleið 13-15 sjúklingar á deildini, sigur sjúkrahússtjórin.

- Tveir sjúklingar fara til Klaksvíkar Sjúkrahús, ein fer til Suðuroyar Sjúkrahús og restin verður býtt út á deildirnar á Landssjúkrahúsinum, sigur Ronnie Midjord.

Víðari staðfestir sjúkrahússtjórin, at tað tyngir virksemi á Landssjúkrahúsinum.

- Trygdin er í lagi, men sjálvandi tyngir tað virksemi á Landssjúkrahúsinum, sigur Ronnie Midjord.

In.fo verður við í morgin tíðliga, tá ið deildin verður endaliga stongd. Fylg við á in.fo fyrrapartin í morgin.