Nú fer løgreglan undir eitt nýtt átak ímóti bilførarum

Nú fer løgreglan undir eitt nýtt átak ímóti bilførarum. Tað er eitt átak, sum fer at verða hesa næstu tíðina, og har endamálið er at minna bilførarar á at tenda baklyktirnar.

 

 Nógvur nýggjaru bilar eru gjørdir soleiðis, at bakljósini tendra ikki av sær sjálvum, tá ið bilurin verður startaður, akkurát, sum forlyktirnar gera. Baklyktirnar tendra nevniliga sjálvvirkandi, men ikki fyrr enn tað er vorðið passaliga myrkt.

  

Tað verður mett at vera ein stórur vandi í ferðsluni, tí tað hendir seg meiri enn so, at baklyktirnar tendra ikki í skymingini, í lýsingini, í mjørka, kavaroki, regni og ringum sýni, í tunlum við vánaligum ljósi.

 

Og tað er ein stórur vandi fyri ferðslutrygdina, tí hesir bilarnir eru ringir at síggja hjá bilførarum, sum koyra aftan á.

.

Og í dag fer løgreglan so undir eitt miðvíst átak ímóti hesum biførarunum, og tað er eitt átak, sum verður hesa næstu tíðina. Og endamálið við tí er at steðga bilum, sum koyra við sløktum baklyktum. Og løgreglan sigur, at teir bilførarar, sum koyra við sløktum baklyktum, tá ið tær annars eiga at lýsa, kunnu vænta sær eina bót.         

 

 

Trýst eisini HER og les meiri um, í hvørum áramáli, hesir bilarnir eru gjørdir, har lyktirnar ikki tendra, og her eru eisini nøkur góð ráð til hesar bileigararnar.