Nú fer løgreglan enn eina rundferð kring landið at taka nummarplátur av bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt.
Akstovan sigur, at hon hevur nú givið løgregluni ein lista við 638 nummarplátum, sum skulu takast, tí eigarin ikki enn hevur goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2016.
Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur løgreglan nummarpláturnar av bilinum, sigur løgreglan.










