Nú fer kavin at hvørva

Kkøld og óstøðug luft við vetrarælum liggur yvir einum stórum øki yvir landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, millum Ísland, Skotland og Noreg. Í dagnærkast eitt lágtrýst Føroyum av útsynningi og tilhoyrandi brúgvaløgini fara framvið í nátt og í morgin. Mikudagin fer eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing framvið beint sunnan fyri Føroyar. Síðani hækkar hann í ein norðan og vetrarælini koma aftur.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, seinnapartin øtlar hann vindin í stívt andøvsguln upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av landsynningi og eystri. Sum frá líður skýggjað og út á dagin regn, møguliga sum vátaslettingur at byrja við. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og um náttina snarar í ein útsynning. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein landsynning og eystan. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Mikudagin

Hann hækkar vindin í landnyrðing og norðan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, møguliga harðar hvirlur. Mest skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum um náttina makar í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Mest turt, men rættiliga skýggjað og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Seinni øtlar hann vindin av landsynningi og tað fer at regna samstundis sum hitin veksur.