Eingin ivi er um, at Heidi er eitt tað størsta føroyska ítróttarnavnið nakrantíð, og spennandi verður at síggja, um tað fer at eydnast dugnaligu eiðisgentuni at fáa eitt eins gott úrslit sum tað, ið hon fekk á paralympiaduni í Avstralia fyri fýra árum síðani, tá ið hon vann fýra silvurheiðursmerkir og eitt bronsumerki.
Kappast í fimm greinum
Heidi og venjari hennara, Remi Lamhauge, hava vant dúgliga undan kappingini í Athen, og nú farið verður av landinum, verður eisini steðgað á í Danmark í nakrar dagar. Her skal Heidi royna at venja í 50 metra hyli í nakrar dagar. Í Athen verður nevnliga kappast í 50 metra hyli, og tá ið eingini slíkur er her á landi, kemur tað væl við hjá Heidi og venjara hennara, at tey hava møguleika fyri at royna hetta í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur víðari til Athen.
Føroyska svimjigentan og venjari hennara koma til grikska høvuðsstaðin mánadagin, og ikki fyrr enn seks dagar seinni, sunnudagin 19 septembur, skal Heidi svimja sína fyrstu kapping. Hetta ger, at Heidi Andreasen hevur nakrar dagar til at venja seg við hitan og umtstøðurnar annars í grikska høvuðsstaðnum.
Í fyrstu kappingini skal eiðisgentan svimja 100 metrar firvald. Umframt hesa kapping skal Heidi Andreasen taka lut í fýra øðrum kappingum, 50 metrar frí, 100 metrar frí, 400 metrar frí og 200 metrar blandað.
Paralympiadan í Athen endar 28 septembur, og føroyskal ferðalagið verður aftur í Føroyum 30 septembur. Sosialurin fer sjálvsagt at fylgja við í, hvussu tað gongur hjá Heidi Andreasen í Grikkalandi.









