Ársins Summar Festivalur bjóðar stórfingnað gospelkonsert á Vágsbø. Fýra føroyskir solistar fara at framføra kendar gospelsangir saman við væl spælandi bólki.
Ein av solistunum verður Fríðbjørg Jensen, sum nú fyri fyrstu ferð skal syngja á festivali. Fríðbjørg Jensen er landskend fyri sangir sum »Sonur mín« og »Góðir vinir«, og hesar sangir fer hon at syngja á Summar Festivalinum.
Umframt Fríðbjørg Jensen verða eisini Vanja Carlsen, Heine Lützen og Ólavur á Váli Olsen solistar á gospelkonsertini.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august. Gospelkonsertin verður á Vágsbø leygardagin 11. august kl. 16.00.










