Fótbóltur
Hyggjuráðini hjá feløgunum eru at hava góðar avloysarar at seta inn, nú tað er so tætt millum umførini. Hjá venjarunum tykjast eini onnur hyggjuráð vera at brúka nógv av venjingartíðini til deyðbóltsstøður – bæði til álop og verju. Hetta síðsta koma vit aftur til um eina løtu.
Tað eru framvegis tey, sum verða roknað at vera størstu favorittarnir at vinna FM heitið og atgongu til europeisku kappingarnar, og tað eru framvegis tey, sum verða roknað at vera bestu boðini upp á at enda í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.
Men í fjórða umfari, sum var á skránni í vikuskiftinum, varð tað undirstrikað, at munurin ímillum tey bestu og hini ikki er so stórur, sum tað kanska hevur verið roknað við, at hann fór at verða.
Longu mikukvøldið verður 5. umfar á skránni. At tað er so stutt millum dystirnar ber við sær, at tað verður torførari at pjøssa um skaddar og hálvskaddar spælarar, enn tað er, tá ið ein vika er millum hvørt umfarið.
Felags fyri allar fimm dystirnar í hesum vikuskiftinum var, at teir vóru ógvuliga tættir. Tað boða málini frá: í trimum førum endaði tað javnt, ein dystur endaði við heimasigri upp á eitt mál, og á Sandi endaði tað við tvey mála heimasigri, eftir at Skála fyrst hevði verið frammanfyri, og B71 so hevði strítt seg framum aftur.
Tíbetur var einki at hoyra um álvarsligar skaðar. Men øll, sum hava við fótbólt at gera, vita, at tað eftir stríð í tvær ferðir trý korter altíð eru spælarar, sum eru rættiliga moyrir. Hjá onkrum teirra verður tað ivaleyst hesa ferð torførari at renna kapp við tíðina, enn tað er aðrar ferðir, tá ið hvíldartíðin millum uppgerðirnar er tvífalt tað, sum hon er hesa ferð.
Einki er at ivast í, at Víkingur og NSÍ, hvat hesum viðvíkur, hava fyrimun fram um hini liðini. Spælararnir hjá Víkingi og NSÍ hava havt tvey samdøgur meiri at koma fyri seg í, enn spælararnir hjá hinum liðunum hava havt. Tað er ikki so lítið.
Tá ið tað er stutt millum umførini, er sannlíkið størri fyri, at tað verður brúk fyri teimum, sum annars plaga at sita nógv á beinkinum. Sum omanfyri nevnt var munurin millum liðini ikki serliga stórur í 4. umfari. Tað er møguleiki fyri, at munurin, sum hevur verið spáddur var millum liðini, fer at koma til sjóndar mikukvøldið og aftur í vikuskiftinum. Uttan iva er munurin millum bonkardygdirnar størri, enn munurin er millum teir ellivu fremstu hjá favorittunum og hinum.
Deyðbóltarnir eru avgerandi
Uttan mun til hvørji liðini eru, og uttan mun til hvørjir spælararnir eru, so hava deyðbóltsstøðurnar rættiliga stóran týdning. Ja ofta avgerandi týdning.
Hetta var væl og virðiliga undirstrikað í 4. umfari. Fríggjakvøldið vann Víkingur 1-0 á NSÍ í Gøtu. Málið, sum bar trý stig við sær til Víking, varð skorað eftir frísparksframlegging.
KÍ skoraði tvey mál í Fuglafirði í gjár. Tey vórðu bæði skorað eftir hornaspark, og tað hava hini bæði málini, sum KÍ hevur fingið í ár, eisini verið. ÍF skoraði tvær ferðir í gjár. Annað málið var eftir horna, og hitt var í fríum spæli. Ímillum B36 og EB/Streym endaði tað við einum máli í part. Tað hjá B36 var eftir hornasparksinnlegg.
Skála legði seg á Sandi á odda eftir frísparksstøðu. Sandoyingar skoraðu trý mál í 2. hálvleiki. Ella rættari skoraðu teir tvey í fríum spæli. Eitt hjálptu skálamenn teimum við – eftir frísparksstøðu! Samanteljingin sigur, at tað hesa ferð vórðu skorað ellivu mál, og at av teimum vórðu sjey skorað eftir deyðbóltsstøður. Tað er ei undur í, um hetta verður tikið til eftirtektar undir venjingunum.