Nú fer B36 úr høvuðsstaðnum

Meðan B36 bara bíðar eftir Inga Højsted, sum er farin at venja aftur, so hevur KÍ seinastu vikuna verið rættuliga skaðaplágað

Fótbóltur

 

Seks umfør í landskappingini og báðar hálvfinalurnar í steypakappingini. Tað er tað, sum B36 hevur verið partur av í Gundadali hesar seinastu vikurnar, uttan at teir í árstalsfelagnum hava verið aðra staðni enn í høvuðsstaðnum.

Tað hevur gingið sum eftir ánni. Krúnan á verkinum higartil var, tá ið árstalsfelagið 2. Hvítusunnudag vann á grannunum og tryggjaði sær rættin at spæla steypafinalu ímóti EB/Streymi. Og nú skal B36 vísa fyri sær sjálvum og øðrum, at tað eisini ber til at vinna úrtøku á útivølli. Avbjóðingin verður í Klaksvík, har heimaliðið ikki hevur verið serliga sannførandi higartil í ár. Í fjør var B36 tvær ferðir í Klaksvík. Báðu ferðirnar var úrslitið 1-1.

Meinhard Joensen, sum undanfarnu árini hevur vart KÍ málið, fer sunnudagin at verja B36 málið ímóti KÍ í Klaksvík, og Jákup Mikkelsen, sum seinastu árini hevur vart B36 málið, fer sunnudagin at verja KÍ málið ímót B36.

Hjá B36 eru allir teir tøkir, sum seinastu vikurnar hava verið við til at manna liðið. Ingi Højsted er farin av venja aftur, men miðvallarin verður neyvan tøkur í Klaksvík. Eykamálverjin, Jóan Pauli Jakobsen, breyt beinið í unglingadysti í vikuni, og tað fara at ganga nógvar vikur og fleiri mánaðir, áðrenn hann aftur verður førur fyri at spæla fótbólt.

Hjá KÍ varð málverjin, Jákup Mikkelsen, vøddaskaddur í síðstu løtu, tá ið KÍ á Toftum spældi 1-1. Men nú er Jákup aftur førur fyri at spæla. Vánirnar fyri at Símun Joensen fer at spæla eru ikki góðar. Símun, sum seinastu ferðirnar hevur verið vongverji í vinstru, er plágaður av skaða í hælsinuni. Hann hevur ikki vant seinastu vikuna, og tað sær einki út upp undir vikuskiftið. Harley Bertholdsen er ein møguleiki á vinstra vongverja. Ein annar møguleiki er Sigmund Jacobsen, sum breyt beinið í fjør. Hann hevur spælt á næstbesta liðnum higartil í ár.

Kristian á Lakjuni hevur trupulleikar við fótliðnum. Á plusssíðuni verður Ove Nysted við aftur, eftir at hann hevur verið uttanfyri tær seinastu ferðirnar, og tað verður roknað við, at Bjarni Jørgensen aftur fer at venja í næstu viku. Hann hevur verið burturi síðsta stóra mánaðin við brotnum handliði.