Næsta summar fer Atlantsflog at knýta franska høvuðsstaðin, París upp í rutunetið. Atlantsflog sigur í eini fráboðan í dag, at frá 1. juli fer Atlantsflog eisini at flúgva beinleiðis úr Føroyum til París.
– Hendan nýggja farleiðin til París knýtir Føroyar beinleiðis upp í ein av teimum størstu býunum í Evropa, eisini tá vit hugsa um flogvinnu, tí Charles de Gaulle er næststørsti flogvøllur í Evropa, sigur Atlantsflog.
– Flogvøllurin er meira enn tvífalt so stórur sum Kastrup, so gevur eina ørgrynnu av nýggjum møguleikum – bæði fyri føroyingar, sum vilja út í heim og eisini fyri ferðafólk úr øllum heiminum, sum nú lættari kunnu ferðast til Føroyar úr einum av heimsins størstu miðdeplum, har eisini AirFrance, ið Atlantsflog hevur samstarvsavtalu flýgur, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Frá 1. juli til 30. september verður flogið tríggjar ferðir um vikuna til París og frá 4. oktober til jóla verður flogið tvær ferðir. Tað tekur bara ein hálvur tími longri at flúgva til París enn til Keypmannahavnar
Annars ætlaði Atlantsflog at flúgva til Amsterdam, men av tí myndugleikarnir har hava sett mark fyri, hvussu nógv flogfør kunnu fara og koma um flogvøllin í Amsterdam, bar ikki til at fáa lendingartíðir, tí tað hevði sprongt markið.