Nú fer at líða

Næstsíðsta umfar í flogbóltinum er á skránni hetta vikuskifti, og hjá monnunum kann endaliga avgerðin falla, um Fleyr vinnur í Sørvági. Hjá kvinnunum spæla føroyameistararnir úr TB tveir dystir, og hetta eru eisini teir seinastu hjá teimum í hesum kappingarárinum

Flogbóltur

Flogbóltskappingarnar eru nú av álvara farnar at líða móti endanum. Kvinnukappingin varð endaliga avgjørd síðsta vikuskifti, og sjálvt um manskappingin enn kann broytast, so sær hon eisini út til at vera avgjørd.
Tann avgerðin kann endaliga falla í Sørvági sunnudagin, tá oddaliðið Fleyr vitjar SÍ. Vinnur Fleyr henda dystin, eru teir føroyameistarar, líka mikið hvussu gongst í hinum dystunum, sum eru eftir. SÍ kann ikki gerast føroyameistari í ár, men fyri tað kunnu teir sjálvandi vinna móti Fleyr í morgin, og um so verður, má endaliga avgerðin bíða eina viku. Tá spælir Fleyr á heimavølli móti botnliðnum Mjølnir, og eftirsum Fleyr bara skal vinna annan av hesum báðum dystunum, sær tað ikki mætari út enn at havnarfelagið kann hátíðarhalda sín 25 ára føðingardag við einum føroyameistaraheiti.
Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnum verður eisini spældur í morgin, og hann er millum ÍF og Mjølnir á Kambsdali. Men meðan dysturin í Sørvági kann verða rættiliga avgerandi, so hevur dysturin á Kambsdali einki at siga í samlaðu myndini. Tað er nevniliga longu greitt, at ÍF endar á fjórða og Mjølnir á fimta plássi.

TB spælir sínar seinastu dystir
Hjá kvinnunum er heldur ikki so øgiliga nógv eftir at spæla um. TB er føroyameistari, og Mjølnir fær silvur. Við øðrum orðum er ikki so nógv annað enn heiðurin eftir at spæla um, nú TB skal fáa teir báðar seinastu dystirnar í kappingini frá hondini. Tann fyrri verður í Klaksvík í dag, og her kann Mjølnir sjálvandi fáa eitt sindur av hevnd og uppreisn móti suðuroyingunum, men nógv meir enn tað verður tað ikki. Í morgin spælir TB so sín seinasta dyst í kappingini, og hann er á heimavølli móti ÍF. Liðið úr Fuglafirði stríðist enn við Drátt um bronsuna, men burtursæð frá tí hevur dysturin ikki tað stóra at siga.
Tað mest týdningarmikla verður sjálvandi, at hetta er síðsti dysturin hjá TB, og eftirsum hann er á heimavølli, fara nógvir suðuroyingar ivaleyst at nýta høvið til at fara í høllina at heiðra sínum føroyameistarum.