Kári á Rógvi
Gamla orðatakið sigur, at neyðugt er at navigera. Á okkara døgum kundu vit sagt, at neyðugt er at granska. Fyrr var havið gátuført og ikki kortlagt, nú er tað so mangt annað, vit mugu upplýsa og kortleggja. Føroyingar hava seinastu hálvu aðru øldina granskað almikið. Sjómenn okkara hava funnið ótald mið og mangar leiðir, hava ment veiðihættir, hava bygt upp førleikan, sum gjørdi at búskapurin varð grundaður á havbúnað heldur enn landbúnað. Hetta umskifti er kanska ikki so løgið, tá tað grør nógv betur og meir í okkara velduga sjóøki í samarenning millum flógvan og føðsluríkan sjógv, enn í okkara kørgu lágarktisku líðum. Men kortini bygdu vit hetta landið í túsund ár, áðrenn vit við tógvum stríði høvdu ment og vunnið vitan, førleika, tøkni og rættindi at troyta havið til fulnar.
Føroyingar eru tó ikki heilt medvitandi um, hvussu nógv vit hava granskað, tí minni hjá tí einstaka er stutt og sær ikki nógv nýtt undir sólini. Mentunarligi trekleiki okkara ger, at vit taka treyðugt við broytingum, men tá vit so gera tað, látast vit, sum tað nýggja altíð hevur verið, og gráta okkara mødigu tár, tá tíðin aftur fer frá tí. Nógvar kenslur vóru uppií, tá stuðulin til rækju-vinn-una var umrøddur herfyri, men henda vinnan var fyri fáum árum síðani úrslitið av praktiskari gransking, og spurningurin er, hvat best er at gera, at stuðla kreppuraktum vinnum ella granska og menna aðrar.
Som man råber i skoven
Fiskirannsóknarstovan skipaði í vikuni fyri ráðstevnu um fiskiveiði og markeraði, at vit nú hava savnað fiskiveiðihagtøl í eina øld. Hetta er gransking, hetta er neyðug navigatión á tí stóra vitanarhavinum. Men enn er sera nógv ókortlagt.
Fram kom á hesi ráðstevnu, at vit spyrja í eyst, sjálvt um vit vilja hava svar í vest. Fleiri vildu vera við, at vit ikki hava lagað spurningarnar til ráðgevingarstovnin ICES eftir fiskiveiði-skipanini við fiskidøgum. Um hetta veruliga er so, prógva tey, ið ósamd eru við ICES, kanska bara, at ein býttur kann spyrja meir enn tíggju vísir kunnu svara.
Verri er kanska, at ikki øll veiðihagtøl, ið áttu at verið skrásett og granskað, eru komin til høldar enn. Helst er hetta tí turrisligt talknúsarí ikki hevur sama ræði á sinnisrørslum sum tunnlar og kaikantar, ið tingmenn halda vera so avgerandi part av teimum vælsignaðu kørmunum um vinnuna.
Hin gløggi ÓliP lýsti so væl føroysku fatanina av bókligum granskarum í tekning, har fyrrverandi løgmaður fer í eina smiðju við granskara í fleiri fýrkantaðum hattum og longum lærdómsmerktum møtli; løgmaður spyr tá smiðirnar: "Kunnu tit ikki brúka hann til okkurt - hann hevur skrivað doktarritgerð um hvussu vestfallið ávirkar eplavelting í Koltri?"
Ólukkun hjá okkum er tann vánaliga samanrenningin millum ta praktisku og rokaligu granskingina og so tað heldur turrisligu og minnni bragligu akademisku granskingina. Skiparar og hav-frøðingar, praktikarar og teoretikarar hittust henda dagin at umrøða fiskiveiðigransking í eina øld, og samskiftið mundi vera í batningi. Tað stóra stríðið í løtuni er, hvørt tað ræður um at fiska sum mest fyri harvið at tryggja tí eftirlivandi fiskinum meiri føði, ella tað heldur ræður um at fiska minni og harvið tryggja fiskinum stundir at vaksa til hóskandi stødd, og stovninum neyðugu støddina at gýta komandi árgangir. Men slíkt er bert partur av sera stórari skipan við mongum ókendum, har gransk-ing av streymi, veiðiorku, gróðri og veiði enn hevur nógv eftir at avrika í samskifti millum fiski-menn og frøðingar.
Tað, sum vit føroyingar ikki duga so væl at skilja, er at gransking ikki bert verður framd av búkutum, veðurbardum skiparum á fiskileið. Gransking hendur eisini í minni rokaligum umhvøri sum á bókasøvnum, starvstovum og skrivstovum. Eplagransking í Koltri er kanska ikki viðkomandi fyri smiðjurnar í Føroyum, men onnur skipað gransking av er viðkomandi. Eittnú kom fram henda dagin, at vit vita ikki, hvussu veiðiorkan hjá línuflotanum í roynd og veru er broytt; onkur teoretiserar, at tá øll vinna gerst effektivari, so má tað galda, men aðrir halda, at skipini fáa ikki drigið harðari og slítast javnt, so at veiðiorkan heldur er lækkað. Vit vita tað ikki, men vit kunnu fáa greiðu á tí.
Granskarar og vælútbúgving fólk, ið samstundis hava prakt-iska fatan, skulu til, um Føroyar skulu føða okkara lítlu tjóð eisini í framtíðini. Saltfiskur, rækju-vinna, laksaaling vóru úrslit av gransking og menning. Summar slíkar vinnur halda sær á ávísum stigi, aðrar fána burtur í onki, aðrar ganga í bylgjum. Skulu vit framhaldandi hava hálønarvinnur og høga vælferð, mugu vit finna nýggjar vinnur. Í eini komandi oljuvinnu mugu vit hava eyga fyri, at oljuinntøkurnar ikki bert koma av at koyra borimóru á trukkum í umskipnanarhavnini handan kravda kaikantin, men nógv meiri av samanrenningini av rættindum, búskaparligum og fíggjarligum atlitum í loyvis- og skattaskipan, førleika og støðufesti í fyrisiting.
Skrivingin Er Vekk
Vit mugu hava tað hugsandi fólkið, bæði tey við blýantum aftanfyri oyruni og tey við skitti undir neglunum, at skriva og viðmerkja, taka viðkomandi evni upp, ikki bara í bókligum grein-um til granskarar at lesa ella í práti við neystaveggin, men eisini í fyndugum frágreiðingum í bløðum og kringvørpum.
Tak verkfallið á SEV. Sum við kjakinum um veiðitrýstið, er ikki lætt at taka støðu. Sum tá Læars skuldi á val, so ber til at fylgja sjónarmiðunum hjá bæði landsstýrismanni, SEV og maskinmonnum, andstøðu og fakfeløgum og vinnu. Men skal skilagóð ella í minsta lagi upplýst loysn finnast, mugu vit fáa greiði á, hvørt gløgt er at tengja lønarhækking hjá bókavørðum og starvsmonnum at lønini hjá tøkningum á vinnuvirki, sum kommunurnar av søguligari tilvild eiga. Er tað rætt at allar almennar lønir hækka og lækka við sama prosenti - og skal tilvildin leggja tað á okkurt einstakt felag at samráðast um hetta prosentið? Eru undantøk frá prosentinum? Hvørjar lønir eru so almennar? Hvussu skilja vit sundur, og hvussu samanbera vit? Hvørji skulu vera tænastufólk, hvørji ikki? Hvat er samanhangurin millum lønir, skatt, kappingarføri, búskaparvøkstur, landskassa og vælferð - ikki bara í teoriini (og í einum av grannalondum okkara, sum byrjar við D) - men sambært faktiskum føroyskum royndum og tillagagum myndlum?
Fara vit longur, kunnu vit spyrja, hvørt tað bara er konservatisma - og so tað, at so mangir bygdarráðslimir fáa góðan døgurða við samsýning afturvið fyri at sita í umboðsráðnum - sum ger, at kommunurnar ikki selja SEV, og fyri pengarnar byggja ellisheim og gjalda kommunalu skuldina.
Sum borgari við toluligum bókligum fortreytum vil eg fegin hava onkran at svara mær hesum spurningum. Nú hava nakrir ungir alfrøðingar lýst og greinað eitt og annað á Tinghelluni - vónandi koma fleiri upp úr holunum og fram á Helluna. Tí neyðugt er at skriva.










