Hóskvøldið kom danska ferjan, Ane Læsø, til Klaksvíkar, har hon í gjár varð riggað til at fara undir siglingina um Lorvíksfjørð.
Ane Læsø fer í dag undir siglingina millum Klaksvík og Fuglafjørð, og sambært ferðaætlanini hjá Strandferðsluni fer Ane Læsø at sigla seks túrar hvønn gerandisdag. Um vikuskiftið vera færri túrar.
Ternan I fer at halda fram við at sigla millum Klaksvík og Lorvík eftir ferðaætlanini hjá Dúgvuni. Hetta tí at Ane Læsø tekur ikki eins nógvar bilar sum Dúgvan og túrarnir eru færri.
Ane Læsø er leigað úr Danmark til 6. desember, tá ætlanin er, at Dúgvan skal setast innaftur í siglingina millum Klaksvík og Lorvík.
Ane Læsø er 58 metrar long og 14,7 metrar breið. Hon siglir 12 míl, tekur 34 bilar og 389 fólk.