Mæsti týsdagurin verður ein spennandi dagur!
Tá verður nevndin, sum varð sett gera tilmæli um, hvat virksemi skal vera á teimum trimum sjúkrahúsunum, nevniliga liðug við sítt arbeiði.
Og tá fer hon eisini at handa Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, eitt tilmæli um, hvussu heilsuverkið skal skipast í framtíðini, og ein partur av tí er at gera tilmæli um, hvat virksemi skal vera á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum.
Sirið Stenberg sigur, at eftir hennara tykki sær tað gott út.
- Eg veit, at hetta eru viðkvom viðurskifti, sum nógv fólk eru eym um. Men eg ivist ikki í at tað eru nógv tilmæli, sum tað til at fáa semju um, sigur hon.
Á summum økjum er nevndin samd, men á øðrum økjum hevur verið verrið at fáa semju. Men tað var ikki væntandi, at nevndin fór at vera samd. Men projektbólkurin, sum hevur sitið yvir nevndini, hevur tikið viðgerðina í nevndini til eftirtektar, og so hevur hann útgreina, hvat tað ber til at fáa politiska semju um.
Hon sigur eisini, at hennara ætlan er so at skilja tey tilmæli burtur úr, sum semja er um, fyri at fáa tey sett í verk sum skjótast og so mugu hini viðurskiftini loysast so hvørt.
Eini viðurskifti, sum nógv stríð hevur staðist av, er at taka støðu til, hvussu tey trý sjúkrahúsini skulu skipast. Men Sirið Stenberg væntar ikki at tað verður tungt at finna semju um, hvussu tað ber til at gagnnýta tey trý sjúkrahúsini betur.
Annars verður alt tilmælið lagt fyri Løgtingið í heyst, og í tí sambandi verður so aðalskifti um framtíðar heilsupolitikkin í Føroyum.
Arbeiðssetningurin hjá nevndini er at gera tilmæli um hvørjar grundleggjandi viðgerðir og tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í hesum sambandi skal nevndin eisini gera tilmæli um hvørjar viðgerðir og tænastur skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu hesar skulu samskipast millum sjúkrahúsini.
Nevndin skal eisini gera eina ætlan fyri, hvussu læknar og onnur heilsustarvsfólk kunnu útvegast og mennast til føroyska sjúkrahúsverkið, umframt at hon skal meta um fíggjarliga tørvinum hjá øllum sjúkrahúsverkinum.
Og tað var ein vælmannað nevnd, sum varð sett at gera hesi tilmælini. Nevndin varð mannað við einum stýrisbólki við tveimum limum, einum verkætlanarbólki við fimm umboðum úr bæði Føroyum, Íslandi og Noreg, og einum serfrøðingabólki við 32 limum, sum umboða allar yrkisbólkar í heilsuverkinum og øll trý sjúkrahúsini.
Og at enda sita níggju politikarar í einum politiskum fylgibólki, og sostatt eru tilsamans 48 fólk við í hesum nevndararbeiðnum.