Nú fekk samgongan sín vilja

Eftir ein drúgvan leygardag er nýggja fiskivinnuskipanin hjá samgonguni nú samtykt

Eftir ein langan leygardag í Løgtinginum í dag, er tann nýggja fiskivinnuskipanin hjá samgonguni samtykt fyri eini lítlari løtu síðani, ella nu klokkan 21 í kvøld.

Hetta merkir, at uppboðssølan er tikin av og nú eru øll loyvi galdandi í 12 ár.

 Hesi 12 árini skulu so eisini brúkast til at slúsa allan útlendskan kapital úr fiskivinnuni í fyrsta liðið,  og tað merkir, at frá 2032 sleppa útlengingar ikki at eiga í feløgum, sum hava føroysk fiskirættindini.

Samgongan fegnast um at fiskivinnan aftur er komin í rættlag, men andstøðan royndi at forða fyri at fiskivinnuskipanin varð sett í gildi, men hon er í minniluta í Løgtinginum - og hon varð eisini við undirlutan í atkvøðugreiðsluni.

Samgongan tók heldur ikki undir við at hava eina fólkaatkvøðu um skipanina, soleiðis sum andstøðan vildi.

Men serliga fanst andstøðan at, at fiskiloyvini nú eru galdandi í 12 ár, tí tey siga at nú verður tað so ringt at broyta tey aftur, tí tað krevst, at trý fylgjandi Løgting samtykkja tað. Og tað merkir, at í roynd og veru er fiskatilfeingi enskilt.

Samgongan sigur, at tað stendur beinleiðis í lógini, at talan er um brúksloyvi og ikki ogn, men at tað er neyðugt við 12 ára loyvum fyri at hava trygg viðurskifti.