Í løtuni eru bert tvey partrolarapør til fiskiskap eftir vanligum ísfiski. Annað parið landar mánadagin, og hitt landar helst eftir páskir. Væntandi er, at onkur pør loysa í næstum.
- Eitt partrolarapar fiskar gulllaks, og tvey onnur pør gera klárt at fara á gulllaksaveiði, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Trý pør plaga at fiska gulllaks í vertíðini, sum varar frá fyrru hálvu av apríl og til nakað út á heystið.
Í løtuni er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir fiska gulllaks og koma ikki inn at landa fyri páskir.
- Ein trolbátur fiskar norðan fyri og kemur helst inn at landa mánadagin. Hinir bátarnir fara neyvan út aftur fyri páskir, verður lagt aftrat.
Trý garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.
- Tvey garnaskip koma inn at landa mánadagin, og síðan koma helst allir tríggir inn aftur at landa aftur eftir páskir, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.