Nú fara matpengarnir til klæðir

– Bara tað at binda lissur og at fara í og úr ein­um bili kravdi nógva orku, fortelur Helma Vester­gaard, sum er lætnað 50 kilo eftir at hava fingið skurð­viðgerð

136 kilo vóru tung at bera. Hóast kommunulæknin vildi ikki hoyra um skurðviðgerð, kendist tað sum einasti útvegurin hjá Helmu Vestergaard. So hon og maðurin bíløgdu tíð á sjúkrahúsið í Týsklandi og nú tvey og eitt hálvt ár seinni eru tey lætnaði 130 kilo tilsamans.

- Alt tað eg minnist, havi eg verið tjúkk. Men foreldur og systkin míni vigaðu ongantíð ov nógv, sigur Helma Vestergaard.

Hon situr í hornasofuni inni á Hvonn. Hárið er nýklipt, húðin sólbrend og sum heild sær hon út til at trívast.

Lágmæld greiðir hon frá slanki­ferðini, sum byrjaði longu í ungum árum við kurum av øllum møguligum slag, har vektin fór upp og niður sum ein jo-jo. Og ofta var hon tyngri aftan á kurin enn áðrenn.

Eftir at ein vinkona í Danmark hevði lagt seg undir skurð fyri yvirvekt, fór Helma av álvara at umhugsa sínar møguleikar.

– Eg var sjálv­andi bangin fyri at fara undir skurðviðgerð. Men, eftir at hava lisið alt, sum var at finna um evnið, tók eg endaliga avgerð í februar 2007, sigur hon.

At Helma og maðurin fóru undir skurðviðgerð í Týsklandi, komst einamest av, at prísurin har er væl lægri enn í Danmark og Noregi. Í Týsklandi kostar ein ”Gastric bypass”, ið skurðviðgerðin eitur, 70.000 krónur, meðan hon í Danmark kostar um 120.000 krónur. Í Noregi, har flestu føroyingar verða sendir, kostar hon 200.000 krónur.


Tunntarmurin minkaður

9. mai í 2007 vórðu so Helma og maðurin Erni Johannessen løgd undir skurð. Sjálv skurðviðgerðin tók umleið tveir tímar, og var ein sokallað »kikkaraoperatión«, har 120 sentimetrar av tunntarminum varð skorið burtur, og magin minkaður niður í næstan onki.

Av tí at stórur partur av tunntarminum verður tikin burtur, er umráðandi at fáa ískoyti av vitaminum, serliga B12, og at taka heilivág fyri javnvág í maganum.

Fyrstu fimm vikurnar aftan á skurðviðgerðina skal ein einans eta heilt smáar nøgdir av flótandi føði annan hvønn tíma.

Helma og maðurin valdu at verða í summarhúsið í Dan­mark fyrstu vikurnar aftan á skurðvið­gerðin, so tey ikki vóru ov langt frá sjúkrahúsinum Klinikum Nord­friesland, um nakað skuldi gingið galið.

– Tað gekk sera skjótt í byrjanini. Fyrsta hálvárið tapti eg 25 kilo, sigur Helma.

Umleið eitt ár eftir skurðviðgerðina kundi hon eta vanligan kost, men í minni nøgdum. Tað er tó framvegis trupult at eta sukur og feitt, eftirsum at fiti gevur bleytan maga og sukur gevur ørilsi.

– Skurðviðgerðin tekur umleið 60-70 prosent av yvirvektini, restina má ein arbeiða við sjálvur.


Húðin fylgdi við

Helma fór frá at nýta stødd 54-56 í klæðum til stødd 42-44. Men tað er enn torført at venja seg við at fara inn í ein vanligan handil at keypa klæði.

– Eg eri so von við bara at kunna keypa klæði í Bilka og aðrastaðni í Danmark, sigur Helma, sum hevur givið einari vinkonu øll tey gomlu klæðini.

Tað er vanligt, at húðin ikki fylgir við vekttapinum. Men hetta hevur Helma ikki drigist við.

– Húðin hevur fylgt væl við, sigur hon og vísur mær búkin, sum ikki er øðrvísi enn hjá øðrum konum í 40-unum.

Og orkan, sum fyrr var brúkt til at sleipa tunga kroppin, verður nú brúkt øðrvísi.

– Bara tað at binda lissur og at fara í og úr einum bili kravdi nógva orku, fortelur Helma.

So matinnkeypini eru nógv minkað, og meiri peningur verður nú nýttur at keypa klæði fyri.

Men ein lættari kroppur gevur ikki einsamallur eitt eydnuríkari lív. Teir trupulleikar, ein hevði áðrenn skurðviðgerðina, eru teir somu aftaná. Men Helma vísir tó á, at sjálvvirðið gerst størri, og at kroppurin trívist betri, tá hann ikki er so stórur longur.


30-40 fólk í Føroyum

Í Føroyum hava eini 30-40 fólk fingið eina »Gastric bypass«. Tey møtast onkuntíð og tosa um felags mál. Flestu teirra hava fingið skurðviðgerð í Noregi, sum føroysku læknarnir samstarva við og sum fáa almennan stuðul.

Helma hevur kannað, um hon og maðurin kunnu fáa tær 150.000 krónurnar aftur frá tí almenna. Men tey hava fingið noktandi svar, tí týska sjúkrahúsið er ikki góðkent av føroysku mynduleikunum.

– Hetta eru bestu pengarnir eg nakrantíð havi brúkt. Eg havi fingið eitt nýtt lív, so um eg ikki fái peningin aftur, gjørt ikki við, sigur Helma.

Familja og vinir hava verið sera jalig. Ein starvsfelagi hjá Helmu á Posta, har hon starvast, heldur fast við, at hon var púra ør at fara undir viðgerðina, men annars eru øll glað hennara vegna.

– Eg kenni bara til at vera tjúkk. So eg havi kanska ikki havt so nógv fortreð av tí sum onnur. Men tað er heilt víst, at eg havi fingið eitt nýtt lív, og at hetta er tað besta, sum er hent mær, sigur Helma Vestergaard.


Fakta um Gastric Bypass

• Fyri at kunna fáa skurðviðgerð, skal BMI vera yvir 40 ella yvir 35, um tú hevur fylgisjúkur, sum eitt nú ov høgt blóðtrýst, stoffskifti, sukursjúku, svøvntrupulleikar ella lungasjúku.

• 70-150 cm av tunntarminum verður skorin burtur og stórur partur av maganum verður avskorin frá tarmunum so magin minkar og tú skjótari verður mett.

• Skurðviðgerðin tekur umleið tveir tímar.

• Skurðviðgerðin kostar úr 30.000 í Tailandi í 200.000 í Noregi.

• Um 60-70 prosent av yvirvektini hvørvur við hesi viðgerð.

• Magin kann gerast stórur aftur um tú ikki ansar eftir.