Nú fæst hesin aftur

Ólavsøkugestir fáa eisini høvi at royna burgaran

Nógv umtalaði ræstkjøtaburgarin er nú aftur at fáa til keyps í Saksun, har kokkurin Ruben Busk hevur selt teir úr einum vogni.


Heilsufrøðiliga Starvsstovan steðgaði annars søluni av burgaranum í síðstu viku, tí øll viðurskiftir vóru ikki í lagi. Í fyrsta umfari bleiv kokkurin noktaður at selja íslendsk lambskjøt, ið hann sjálvur hevði ræsað, men tá hann seinni seldi føroysk ræstkjøt frá PM heilsøluni, bleiv tað eisini steðga, tí veitarin var ikki á listanum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuna yvir heimaveitarar. Tað er tó fingið í rættlag nú og er burgarin aftur at fáa til keyps í Saksun.


- Kjøtið sum eg keypi frá PM er nú komi á listan og nú hava vit aftur opið sum áður, sigur Ruben Busk.


Í hesi vikuni verður tó einans selt mána-, týs- og mikudag, tí hós- og fríggjadagin ætlar kokkurin sær at rigga til ólavsøkuna. Ólavsøkugestir fáa nevniliga møguleikan at royna nógv umtalaða ræstkjøtaburgaran, tá vognurin verður fluttur úr Saksun til Tórsgøtu.