Nú fær Páll debut í Italia

Spæliloyvið hjá Pálli Andrasson Klettskarð er nú komið upp á pláss í Breno

Páll Andrasson Klettskarð kann nú spæla fyri sítt nýggja felag, italska US Breno. Spæliloyvið er nú komið upp á pláss og tað er møguleiki fyri, at áleyparin úr Klaksvík verður at síggja í dysti sunnudagin.í Seriu 5.

 

Les eisini: Páll til Italia

 

- Eg fekk at vita i gjár, at spæliloyvið er komið upp á pláss, so eg spæli við komandi sunnudag. Støðið á okkara liði er gott, og tað sær mann eisini á úrslitunum. Vit liggja á einum 2. plássi, og kappast um at flyta upp í Seriu D, sigur Páll A. Klettskarð.

 

Les eisini: Páll presenteraður í Breno

 

Fyrrverandi liðskiparin hjá KÍ boðaði eftir hetta kappingarárið frá, at hann ikki helt fram í barndómsfelagnum. Eftir sjey ár sum ein av berandi kreftunum á KÍ-liðnum, so kendi hann á sær, at nú vildi hann royna okkurt nýtt.

 

Les eisini: Eg kundi ikki siga "noy"

 

- Eg trívist væl og liðfelagirnir eru blíðir, og hava tikið væl ímóti mær. Tað er eitt sindur ringt at samanbera við tann føroyska fótbóltin, tí eg havi ikki verið í dystarstøðu enn. Eg kann venda aftur aftaná nakrar dystir, sigur klaksvíkingurin í Italia og leggur afturat:

 

- Felagið er rættiliga professionelt stýrt, og her er gott skil á øllum viðurskiftum, sigur Páll A. Klettskarð.

 

US Breno spælir í fimt bestu deildini í Italia.