Nú fær Mikkjal standmynd

Sunnudagin 10. juli verður stand­mynd av mentamanninum Mikkj­al á ryggi avdúkað í Miðvági

Snorri Brend

Fyri einum ári síðani vóru stig tik­in til at savna inn pening til at reisa eina tí­líka stand­mynd. Arbeitt hev­ur sam­stundis verið við at finna eitt egnað øki til stand­mynd­ina.

Avgerð er nú tikin um, at stand­mynd­in skal standa út ímóti vegn­um, á staðnum tey nevna í Beitinum, har Mikkj­al varð føddur og vaks upp.

Her kemur standmyndin at standa sera væl fyri, tá hugs­að verður um at­kom­u­møg­u­lei­kar og møguleikar at seta bil­in frá sær.
Umframt hetta er eisini ætl­anin at fríðka um urt­a­garð­in í Beit­i­num. Á henda hátt verður økið at meta sum ein part, higar fólk kunnu vitja og taka sær av løttum.

Í sambandi við verkætl­an­ina um standmyndina, eru allir partar, ið ávirkaðir verða, hoyrdir. Avtala er gjørd við grannar um økið, har stand­mynd­in verður sett, eins og sam­starv eisini er við Vága Dans­ifelag ­um garðin og túnið kring húsini í Beitinum.