Nú fær Mikkjal sína standmynd

Sunnudagin 10. juli verður standmynd av mentamanninum Mikkjal á Ryggi avdúkað í Miðvági.

Fyri einum ári síðani vóru stig tikin til at savna inn pening til at reisa eina tílíka standmynd. Arbeitt hevur samstundis verið við at finna eitt egnað øki til standmyndina.

Avgerð er nú tikin um, at standmyndin skal standa út ímóti vegnum, á staðnum tey nevna í Beitinum, har Mikkjal varð føddur og vaks upp.

Her kemur standmyndin at standa sera væl fyri, tá hugsað verður um atkomumøguleikar og møguleikar at seta bilin frá sær.

Umframt hetta er eisini ætlanin at fríðka um urtagarðin í Beitinum. Á henda hátt verður økið at meta sum ein part, higar fólk kunnu vitja og taka sær av løttum.

Í sambandi við verkætlanina um standmyndina, eru allir partar, ið ávirkaðir verða, hoyrdir. Avtala er gjørd við grannar um økið, har standmyndin verður sett, eins og samstarv eisini er við Vága Dansifelag um garðin og túnið kring húsini í Beitinum.