Leiðslan í bakarínum Grón fer óivað at hugsa seg betur um, næstu ferð tey senda eina barnakonu til hús. Javnstøðunevndin hevur nevniliga gjørt av, at Bakaríið skal rinda eini ungari kvinnu 143.500 krónur í endurgjaldi fyri at hava brotið javnstøðulógina í einum máli um uppsøgn.
Graviditetur kom uppá tvørs
Óluva fór til arbeiðis á Grón tann 16. oktober í 2006, og henni dámdi væl á tí stóra bakarínum í Havn. Fyrstu tríggir mánaðirnir vórðu skipaðir sum royndartíð, har báðir partar hava rætt til at siga samstarvið upp, men tá royndartíðin var liðug tann 16. januar í 2007 fekk Óluva tilboð um at halda fram á bakarínum. Samstarvið riggaði eftir øllum at døma fínt, og Óluva hevði hug at halda fram sum bakari.
Stutt eftir at royndartíðin var liðug, og partarnir vóru komnir ásamt um at halda fram, gjørdist Óluva varug við, at hon var við barn. Hon boðaði síðani leiðsluni frá hesum síðst í januar mánað.
Mitt í februar mánaði gjørdist Óluva sjúk orsakað av graviditetinum, og hon var tí sjúkrameldað í fýra vikur. Óluva fekk sjúkraváttan frá læknanum, sum hon vísti arbeiðsgevaranum.
- Eg sá beinanvegin, at teir vóru ikki glaðir fyri boðini, hóast tey ynsktu mær tillukku og tað heila. Beint áðrenn eg fór aftur til arbeiðis í mars, ringdu teir til mín og spurdu, um eg ætlaði mær at halda fram. Eg vildi gjarna halda fram, sjálvt um eg nú var blivin uppá vegin, sigur Óluva.
Hon greiðir frá, at ein av leiðarunum á arbeiðsplássinum hevði sagt við seg undir fýra eygum, at hennara graviditetur hevði givið bakarínum trupulleikar.
- Eg vildi halda fram, tí eg trúði uppá, at tað bar til, hvis eg hevði nóg sterkan vilja, sigur Óluva úr telefonini úr Nólsoy.
Uppsøgnin kom dátt við
Eina viku eftir at Óluva kom aftur til arbeiðis eftir drúgva sjúkralegu, fekk hon eina skrivliga uppsøgn, sum er dagfest tann 19. mars.
Grundgevingarnar hjá Grón vóru “vantandi uppmøting, tvørrandi samskifti við meistara og ov langar roykipausur.” Hesar grundgevingarnar kennir Óluva tó als ikki aftur.
- Hasar grundgevingarnar hava tey funnið uppá. Eg hevði ikki hoyrt nakað hetta áðrenn, og hvis hatta var eitt problem, so hevði eg hoyrt um tað áðrenn, sigur Óluva Hansen.
Hon greiðir frá, at hon hevði hoyrt sum leysaprát, at bakaríið fór at søkja eftir nýggjum lærlingi, og tá hon so spurdi meistaran, fekk hon at vita, at tað var hennara starv, sum bleiv lýst leyst.
- Eg fekk at vita, at eg kundi fara upp á kontórið eftir uppsøgnini. Eg gjørdist sera kedd, tí hetta var eitt starv, sum eg tímdi væl og treivst væl í. Eg hevði heldur ikki væntað, at fingið hesa uppsøgnina, sigur Óluva.
Óluva fór til hús, men hon vendi sær síðani til Yrkisdepilin (fyrr Læruráðið), og har fekk hon at vita, at hon kundi venda sær til Javnstøðunevndina.
- Eg fortaldi Javnstøðunevndini hvat og hvussu og vísti teimum uppsøgnina. Tey søgdu beinanvegin, at hatta var ikki nóg góð uppsagnargrund. Tey vóru vís í, at grundin til uppsøgnina var mín graviditetur, sigur Óluva.
Hon gjørdist sjálvsagt fegin um boðini, sum hon fekk frá Javnstøðunevndini, og nú hevur løgfrøðiliga niðurstøðan hjá nevndini eisini givið Óluvu viðhald.
Javnstøðunevndin er ókend
Javnstøðunevndin sigur í sínari niðurstøðu, at bakaríið Grón óivað ikki er tann einasti ella ringasti arbeiðsgevarin á hesum økinum. Hetta ber boð um, at hesin trupulleikin ikki er ókendur í Føroyum.
Og Óluva kennir eisini til trupulleikan frá øðrum.
- Nógvar kvinnur í Føroyum hava verið í líknandi støðu, men fleiri velja einki at gera við støðuna, sigur Óluva, sum eisini kennir til konkret dømir við kvinnum, sum verða uppsagdar orsakað av barnsburði.
Hon heldur, at ein av grundgevingunum er, at fólk ikki kenna sín rætt sambært lógini, og at fleiri als ikki vita, at Javnstøðunevndin yvirhøvur er til.
- Eg visti slet ikki, at Javnstøðunevndin var til, ella at vit hava eina javnstøðulóg, sum tryggjar mær ávís rættindi, sigur Óluva at enda.
Men Óluva Hansen letur seg tó ikki taka av fótum, tí tann 1. mars í ár skal hon byrja í læru sum bakari hjá Mylnuni í Havn. Treiska nólsoyardaman hevur eftir øllum at døma sett í seg, at hon skal vera bakari.