Soleiðis avannonseraði Bogi Godtfred seinastu tíðindasendinga í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum – soleiðis sum vit hava kent hana.
Tann seinasta sendingin var merkt av góðverðinum – og so gott var lagið, at tey als ikki tóku Heðin Mortensen upp á tungu. Sambært tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum hevur hann annars hótt Jan Lamhauge, journalist, og so noktar hann eisini býráðslimum at úttala seg til sjónvarpi, siga tey í Kringvarpinum.
Men alt hetta fekk ein bráan enda. Tíðindaleiðslan heldur ikki, at sjónvarpstíðindi hava størri týdning enn so, at sløkkjast kann í sjey vikur.
– Spennandi verður so, um Eydna og Finnur fara at finna sær onkran annan, ella tey eisini fara at trýsta Heðin Mortensen, til hann blotnar – ella um tað verður summarovfarakæti, ið fer at sermerkja tær sendingarnar.