Nú fær føroyska ferðavinnan fíggjarliga hjálp

– Men hjálparpakkin hjá Als varar kanska bara í tríggjar vikur afturat – og løgmaður skal hava loyvi til at skerja virksemið hjá skeinkistøðunum

Nú fer Løgtingið at viðgera málið um, hvussu ferðavinnan kann fáa fíggjarliga hjálp fyri ta kreppu, hon er komin í av korona.

Í dag verður uppskot lagt fyri Løgtingið um fyrsta dagin verður málið so viðgjørt og avgreitt, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpsstøðina, FM1, seinnapartin í gjárk.

Men hann sigur eisini nú skal støða takast til um serliga korona-skipanin hjá Als skal halda fram eftir 30.juni, tá ið hon fer úr gildi.

Løgmaður sigur, at Als heldur, at stundin er komin at »normalisera« arbeiðsmarknaðin aftur og tað merkir, at tey, sum framvegis eru arbeiðsleys tann 30. juni, fara í vanligu skipanina hjá Als.

Men verður tað kortini neyðugt at halda fram við korona-skipanin, skal hon líkjast vanligu arbeiðsloysisskipanini sum mest fyri at lætta um umsitingina av tí, sigur løgmaður við FM1.

Eftir vanligu skipanini, fáa arbeiðsleys í mesta lagi 17.500 krónur um mánaðin, men eftir korona-skipanini kunnu tey fáa 20.000 krónur, og røddir hava verið frammi um, at gjaldið úr koronaskipanini eisini skal lækkast niður í 17.500 krónur.

Løgmaður ásannar eisini, at tað sær út til, at tilmælini um at skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22 og nú skal Løgtingið eisini viðgera málið um, antin løgmaður skal fáa heimild til at skerja upplatingartíðina við lóg.

 

Trýst á pílin og hoyr løgmann greiða frá, hvat hjálparpakkin til ferðavinnuna snýr seg um, umframt hvat hann heldur um hjálparskipanina hjá Als og um upplatingartíðina hjá skeinkistøðunum