SportBoxin er nýggja heitið á ítróttarsendingini hjá Rás2. Heitið hevur ein altjóða dám, og tað kemur sendingin eisini at hava. Í morgin er millum annað døming í Effo-deildin, forkvinnan í ÍSF, U19-landsliðið hjá gentum í hondbólti, Símin Hansen og Úr Savninum á skránni.
Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER
Í fyrra tímanum verður tosað við Elin Heðinsdóttir, sum kemur á gátt. Prátið kemur at snúgva seg um Oyggjaleikirnar og møguleikarnar at fáa leikirnar hendan vegin. Ringt verður til Makedonia, har U19 landsliðið hjá gentum í hondbólti fyrireika seg til EM undankapping.
SportBoxin á Rás2 fríggjadagar frá klokkan 10 til 12
SportBoxin hevur eisini verið í Gundadali saman við Símini Hansen, sum nú er aftur í barndómsfelagnum B71, har hann er spælandi venjari. Í partinum ”Úr Savninum” endurhoyra vit minniliga sigurin hjá B71 móti HB á ólavsøku 2010.
SportBoxin: Atli Gregersen var gestur í fyrstu sendingini
Effo-deildin byrjaði sunnudagin og dómararnir høvdu úr at gera. Ikki færri enn 33 gul kort og tvey reyð kort bleiv tað til. Hví fella so nógv kort í fyrstu umførunum, hvat er nýggja linjan hjá dómarunum og hvussu er at verða dómari í okkara lítla samfelagi. Gestur í Fótbóltspanelinum, sum er frá klokkan 11 til 12, er ein av okkara altjóða dómarum, Petur Reinert.
Fylg SportBoxini á Facebook við at trýsta HER
Møguleiki verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum á Facebook síðuni ella á 559999. Eisini kanst tú verða við í lutakastinum um eitt gávukort á 1.000,- frá Balslev. SportBoxin verður send beinleiðis á Rás2 fríggjadag frá klokkan 10.