NÍF kærir Fram&

Fram kom í fjør víðari í kappingini um løgmanssteypið, tá kappingarnevndin hjá FSF kom eftir, at KÍ hevði nýtt tríggjar ikki-skrásettar spælarar, tá teir spældu móti Fram í fyrsta umfarinum.
Nú er tó líkt til, at Fram sjálvir verða sendir út eftir somu uppskrift. Sum skilst, so hevur Fram í dystinum móti NÍF leygardagin nýtt ikki-skrásettar spælarar, og hetta hevur NÍF sent inn kæru um.