Tað er ein sannroynd, at veðrið í Føroyum kann vera ógvuliga skiftandi, men nú bjóðar Landsverk eina nýggja tænastu, sum er ein veðurfrásøgn tíma fyri tíma. Tænastan verður veitt í samstarvi við danska veðurstovnin, DMI.
Við nýggju tænastuni fer Landsverk at siga frá vindmegi, hita, fukti og avfalli tíma fyri tíma, og verður hetta víst á einum korti. Hvønn triðja tíma verður kortið dagført.
Landsverk sigur, at frásøgnin er serliga hent hjá brúkarum, ið eitt nú hava arbeiði, sum er nær tengt at veðri. Til dømis hjá útróðarmonnum, arbeiðstakarum og øðrum, sum í stóran mun hava sítt virki uttandura. Eitt nú hava operativu starvsfólkini hjá Landsverki stóra gleði av hesi tænastu, skrivar stovnurin á heimasíðu síni.