Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum, hevur nú sett hol á arbeiðið at orða ein nýggjan rúsdrekka- og rúsevnapolitikk.
Hann sigur, at skjøtil er settur á hetta arbeiði nú á nýggjárinum og samstundis hevur hann avtalað við Fólkaheilsuráðið, at hetta er eitt økið, ráðið skal leggja dent á í ár.
Karsten Hansen sigur, at vit hava ongan orðaðan rúsdrekka- og rúsevnapolitikk havt og tískil hevur tað, sum er sett í verk, ikki havt kjølfesti í nakrari orðaðari ætlan um, hvat endamálið við politikkinum á rúsdrekka og rúsevnaøkinum, er.
Hann vísir tvørturímóti á, at á summum økjum er rúsdrekkalógin beinleiðis mótstríðandi, tí tað stendur beinleiðis í lógini, at endamálið er at tálma nýtsluni.
Men samstundis hevur politiski myndugleikin álagt Rúsuni at hava eitt ávíst avlop hvørt ár.
- Hetta hongur ikki saman, staðfestir landsstýrismaðurin.
- Og hvat royking viðvíkur, hava vit mangan lyndi til at vísa á, hvussu nógv roykjarar leggja í landskassin í avgjaldi av tubbakki.
- Mín áskoðan er, at tað, landskassin fyrst og fremst skal fáa burtur úr, er, at Heilsuverkið sparir pening, tí færri fara at verða sjúk av royking, samstundis sum at almenna heilsustøðan fer at batna, so at fólk fáa virkað betri í samfelagnum.
Í hesum sambandi fer hann at taka allar partar við, sum vara av økinum at vita, hvørja áskoðan, tey hava, bæði onnur ráð í landsstýrinum, umframt felagsskapir av ymsum slagi og annars tey, sum hava eina hugsan um øki.
- Vit hava mangan varhugan av, at fólk taka ikki tiltøk, sum verða sett í verk, til sín, tí tey kenna seg ikki aftur í teimum og tí haldi eg, at politikkurin á økinum skal hava so sterkt kjølfesti í samfelagnum, sum gjørligt, sigur hann.
Og ætlanin er, at allir spurningar vendast, sigur hann.
Og ein spurningur í hesum sambandi er, um rúsdrekkalógin framvegis skal liggja undir Vinnumálaráðnum og um hon ikki heldur skal vera eitt heilsumál.