Tann fyrsta uppgávan hjá nýggju familjufyristingini at gera eina nýggja lóg um foreldramyndugleika.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í familjumálum. Í dag verður familjurættarliga økið yvirtikið frá dønum og Sirið Stenberg kalla hetta størsta stig á sjálvstýrisleið í fleiri ár.
At fáa eina nýggja lóg um foreldramyndugleika og samveru, ereitt stórt arbeiði, sum krevur nógv, soleiðis at vit tryggja rættindini hjá børnunum. Men nú familjurættarliga økið er yvirtikið, verður hetta tað fyrsta, stóra málið, sum skal setast á skrá. Og tað verður beinan vegin næsta ár, tá ið nýggja fyrisitingin hevur fótað sær.
Men grundarlagið undir øllum arbeiðnum verður at tryggja rættin hjá sjálvum barninum til trygg og góð barnaár. Rætturin hjá barninum skal vera í fremstu røð, fram um rættin hjá foreldrini. Hon sigur, at í hesum sambandi skulu vit hyggja at, hvussu hesi viðurskifti eru skipað í okkara grannalondum.
Men av tí, at talan er um ein so umfatandi og eyman spurning, vónar Sirið Stenberg eisini, at vit fara at fáa eitt ordiligt, men sakligt, samfelagskjak um hesi viðurskifti, fyri at fáa so nógv sjónarmið fram sum til ber.
Tað verður mangan ført fram, sum ein stórur vansi, at foreldur ikki, automatiskt fáa felags foreldramyndugleikan yvir børnunum, tí serliga setir tað pápan í eina ringa støðu. Tað hendir, tí oftast er tað mamman, sum fær foreldramyndugleikan, og sostatt hevur barnið, ikki automatiskt, rætt til bæði síni foreldur.
Samstundis hendir tað seg av tí sama, at vit koma í ta støðu, at børn verða latin upp í hendurnar á einum av foreldrunum, hóast hennara viðurskifti ikki eru til frama fyri barnið.









