<o:p></o:p>Forsetin í Fótbóltssambandinum, Høgni í Stórustovu, er fegin um, at tað eydnaðist at loysa málið um aðalskrivaran við einari loysn, ið allir partar halda vera ta bestu.
– Leygardagin sendu teir greiðar ábendingar um støðuna og málið, og hetta, sum vit nú eru komnir til, er tað, sum allir partar halda vera ein fínan máta at loysa alt málið. Vit hava fingið semju um eina fráfaringaravtalu fyri aðalskrivaran, og nú skulu vit so øll royna at koma víðari.
Hvussu verður við at fáa sett nýggjan aðalskrivara, er ikki greitt enn, men tað verður tikið upp á fyrstkomandi starvsnevndarfundi, sum verður um smáar tvær vikur.
– Har eru tvinnir møguleikar. Annaðhvørt fara vit út og søkja eftir nýggjum aðalskrivara, ella heita vit á onkran, vit ynskja at seta í starvi. Sjálvur dámar mær best, at vit søkja eftir einum nýggjum fólki, men nú fáa vit at síggja, tí hetta hava vit slett ikki viðgjørt enn.